Hondbóltur

Hesar 15 skulu spæla HM-undankapping í Hvítarusslandi

Føroyar skulu spæla tveir dystir um tvær vikur. Ellivu av leikarunum spæla í heimligu kappingini - harímillum ungir leikarar sum Ingibjørg Olsen og Ingunn Kristina Persson og eisini Bryjna Høj, sum er við aftur á landsliðnum.

Føroysku kvinnurnar komu als ikki í eldin í fjør - nú verður tað (Mynd: hsf.fo)

Føroysku kvinnurnar komu als ikki í eldin í fjør - nú verður tað (Mynd: hsf.fo)

2021-03-04 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku spælir A-landsliðið hjá monnum tríggjar EM-undanappingardystir, og í vikuni eftir tað skulu kvinnurnar spæla HM-undankappingardystir. 

Teir verða leiktir í Minsk, har Føroyar fyrst spæla ímóti Sveis og síðani móti vertunum. Dystirnir verða ávíkavist  19. og 20. mars, og landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Julian Johansen, hava úttikið hesar 15 leikararnar: 


Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar (Ísland)
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Útileikarar:
Tóra Eliasen, Stjørnan
Ingibjørg Olsen, VÍF
Durita Toftum Joensen, H71
Marita Mortensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Bjarta Johansen, Kyndil
Anna Brimnes, Ajax København
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Brynja Høj, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Pernille Brandenborg, Randers HK

Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.

Yvirlit yvir bólkarnar sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder