Klokkan 17 spæla Føroyar og Norðurírland EM-undankappingardyst á Tórsvølli.
Liðini hava ikki spælt móti hvørjum øðrum frammanundan. Føroyar eru aftast í bólkinum. Eftir tríggjar dystir hevur liðið 0 stig og 0 mál - 25 mál eru farin inn. Norðurírland hevur tvey stig fyri fýra dystir, og hetta er helst besti møguleikin hjá Føroyum at fáa eitt gott úrslit í kappingini.
John Petersen, landsliðsvenjaru, hevur valt at byrja dystin móti Norðurírlandi við hesum 11 leikarum.
Eyðgerð Mikkelsen (HB) - Sanna Svarvadal (KÍ), Jacoba Langgaard (ÍVB), Birita Ryan, Ásla Johannesen (FC Nordsjælland - L) - Julia Naomi Mortensen (HB), Elisabeth Vang (B36) Kára Djurhuus (HB), Heidi Sevdal (HB), Evy á Lakjun (KÍ), - Margunn Lindholm (NSÍ).
Birita og Kára spæla sín fyrsta landsdyst.
Dysturin verður vistur í Kringvarpinum. Vit dagføra beinleiðis frá dystinum og hava myndir og annað av Tórsvølli.
Dysturin millum Føroyar og Norðurírland byrjar klokkan 17 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald