Sum vant skal føroyska U15-landsliðið við dreingjum spæla kapping í Esbjerg. Fyri dreingirnar er tað fyrstu ferð, at teir skulu útum landoddarnar at spæla fyri Føroyar
Tað er í døgunum 15. til 21. mai, at árliga EfB Elite Cup fótbóltsstevnan verðurí versturjútska býnum..Tað er Esbjerg fB (Esbjerg forenede Boldklubber), ið skipar fyri. Fótbóltssamband Føroya skrivar, at umframt føroyska U15-landsliðið, luttaka úrvalslið úr millum annað Noregi, Svøríki, Danmark og Týsklandi á fótbóltsstevnuni.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-landsliðnum, og hann hevur nú sett navnn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til EfB Elite Cup 2023.
Hópurin
Dánjal Müller, KÍ
Noa Klein Joensen, Víkingur
Bárður Terjason, B36
Hávardur M. Thomassen, B36
Dennis Anghel, B36
Axel Holm Simonsen, B36
Samuel Lerulli, B36
Dániel Thomsen, EB/Streymur
Magnus Thomsen, EB/Streymur
Markus Danielsen, NSÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Dávid Jørgensson, Víkingur
Markus S. Højgaard, Víkingur
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Jákup K. Poulsen, B68
Hákun Rask Olsen, HB
John Ziska Joensen, KÍ
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Talan er um spælarar, ið eru føddir í 2009. Yvir longri tíð hava teir havt møguleika fyri úrvalsvenjing, sum fleiri aðrir. Á fsf.fo síggjast fleiri myndir av venjing hjá U15-landsliðnum herfyri.
Jógvan Martin Olsen er aftur í ár høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum. Jens Erik Rasmussen er hjálparvenjari (Mynd: FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald