Fótbóltur

Hetjan hjá NSÍ: Spæla sum ein posi av nøtum - men síðani taka vit okkum saman

Og vísa tað vit hava gjørt alt árið: Ein skal ongantíð rokna NSÍ út, vit stríðast, og hetta stigið kann fáa ovurstóran týdning, vísir Daniel Obbekjær á eftir 2-2 í Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-08-23 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 81 minuttir var 2-0 til KÍ og einki bendi á, at NSÍ fór at fáa nakað við úr oddabrakinum í Klaksvík.

Men so revsaði Petur Knudsen mistak í KÍ-uppspælinum, og langt inni í yvirtíðini stútaði Daniel Obbekjær á flottan hátt innlegg úr høgru í málið.

Høgi danski verjuspælarin varð sendur fram og tryggjaði ógvuliga týðandi stig í oddastríðnum.Hhóast hann als ikki er nøgdur við fyrstu 70-75 minuttirna hjá liðnum í dag, so fegnast Obbekjær um hugburðin og stríðsviljan, sum NSÍ - aftur - vísti.

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við Dani e Obbekjær ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder