Fótbóltur

Hevur eina ætlan hvussu vinnast skal á Andorra

Men Håkan Ericson, landsliðsvenjari, avdúkar ikki hvør ætlanin er.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-12 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dysturin móti Andorra á Tórsvølli í annaðkvøld verður heilt øðrvísi, enn dysturin móti Lettlandi leygarkvøldið.

Andorra er eitt lið, sum liggur langt afturi á vøllinum, og tað skulu Håkan Ericson og hansara fólk fyrireika seg til undir venjingini á Tórsvølli í dag.

- Spælitíðin í dystunum hjá Andorra er vanliga upp í eitt korter styttri enn í øðrum dystum, og tað skulu vit vera fyrireiðaðir uppá. Tað ræður um hjá okkum at hava tol og finna loysnir at sleppa ígjøgnum teirra kompaktu verju. Men vit hava eina ”matchplan”, segði Håkan Ericson á tíðindafundi í FSF-húsinum á middegi.

Svenski venjarin hjá landsliðnum kunnar ongantíð miðlunum um, hvussu liðið kemur at síggja út fyrr enn tað krevst, og sigur vanliga heldur onki um spæliætlanina. Tað gjørdi hann heldur ikki í dag.

Samrøða við Brand Hendriksson áðrenn vejingina á middegi:

Upp á fyrispurning um serliga Jóan Símun Edmundsson, ið hevur verið nakað darvaður av skaðum, og Brand Hendriksson, sum mátti fara av vølli við ørilsi, segði Ericsson bara, at teir hava tað gott.

Viðvíkjandi liðinum segði hann, at átta av teimum 11, ið skulu byrja inni eru komnir á pappírið hjá honum, men hava ikki fingið at vita tað enn. Til venjingina í dag verða teir seinastu tríggir funnir, og leikararnir fáa byrjanaruppstillingina at vita í morgin.

[object Object]Teitur M. Gestsson (Mynd: Sverri Egholm)

- Fólkið væntar, at vit vinna
So í dag er bara eitt vist, og tað er, at Teitur Matras Gestsson byrjar í málinum í morgin. Tað vil siga, tað er ikki váttað, men Teitur var leikaraumboð á tíðindafundinum í dag, og tað vildi verið løgið, um hann varð tikin við á fundin, um venjarin ikki hevði ætlan um at hann skal byrja inni.

- Fólkið væntar av okkum, at vit vinna, og tað ætla vit eisini at gera. Men ongin sigur, at hetta verður nakar lættur dystur at vinna, sigur Teitur.

Hann stóð eisini í málinum, tá Føroyar 6. september við máli hjá Klæmint A. Olsen vunnu 1-0 í Andorra la Vella. Tá hevði Teitur ikki nógv at gera.

- Hóast teir fara at spæla á sama hátt, so vita vit, at teir altíð fara at fáa onkran kjansin, og tá ræður um hjá mær at vera klárur og fyrireikaður. Tí meti eg ikki hetta sum eina lætta uppgávu, segði Teitur M. Gestsson.

Andorra er ikki eitt lið, sum tapir stórt. Í ár hava teir spælt fýra dystir. Tveir eru endaðir við javnleiki 0-0, móti Lettlandi í Riga og móti Malta heima nú leygarkvøldið. Hinir báðir dystirnir eru taptir við einum máli. 0-1 móti Føroyum og 1-2 í einum venjingardysti heima mót Capo Verde 7. oktober.

Í síðstu EM-undankapping taptu teir 3-0 og 4-0 móti Fraklandi, 2-0 og 1-0 móti Turkalandi, tvær ferðir 2-0 móti Íslandi, taptu 3-0 og javnleik 2-2 móti Albania og vunnu 1-0 heima og taptu 1-0 úti móti Moldova. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder