Hondbóltur

Hinir eru bæði hægri og tyngri

Slovakisku leikararnir munandi vælvaksnari enn okkara.

Slovakisku leikararnir hita upp undan dystinum, sum byrjar nú kl. 14 (Mynd: Sverri Egholm)

Slovakisku leikararnir hita upp undan dystinum, sum byrjar nú kl. 14 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-11 13:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá hondbóltsleikarar verða meldaðir til altjóða kappingar, skulu teir eisini geva upp hædd og vekt.

Meðan upphitingin fer fram undan dystinum sæst beinanvegin, at teir á mótstøðuliðnum eru bæði størri og tyngri enn okkara.

Ein skjót samanteljing vísir, at miðalhæddin á føroyska liðnum er 186,1 sentimetrar.

Tað er munandi lægri enn slovakisku leikararnir, har er miðalvektin 191,9 sentimetrar.

Ongin føroyingur er oman fyri tveir metrar – Rókur Akralíð og Teitur H. Rasmussen eru hægstir, 194 sentimetrar. Slovakar hava ikki færri enn fýra leikarar, sum eru yvir tveir metrar til longdar, 202, 204, 205 og 206 sendimetrar.

Eisini í vekt hevur mótstøðuliðið munin í dag. Miðalvektrin á føroyska liðnum er 87,7 kilo – slovakarnir viga 94,6 kilo í miðal.

Tyngsti føroyingur vigar vigar 97 kilo, meðan tað eru seks slovakiskir leikarar í 18-mans hópinum, sum viga oman fyri 100 kilo, harav tann tyngsti vigar 118 kilo.

So er at vóna, at tað verður smidleikin og skjótleikin, som verða føroyingum til fyrimuns til dystin í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder