Síðan 1930 hevur verið siðvenja at skipa fyri HM í fótbólti fjórða hvørt ár (bert undir seinna heimsbardaga vórðu tvey HM-endaspøl avlýst), men nú ynskir altjóða fótbóltssambandið, Fifa, at HM skal verða annaðhvørt ár í staðin.
Tað var í mai, at Fifa gjørdi av at kanna møguleikan fyri at fyriskipa HM oftari, men nógvir fjepparabólkar kring heimin, umframt evropeiska fótbóltssambandið, Uefa, hava boðað frá, at tey ikki taka undir við hesum.
Orsøkin til væntandi undirtøkuna er m.a., at stúrt verður fyri, at tað fer at taka fokus frá kvinnufótbólti og øðrum ítróttargreinum, eins og tað fer at leggja leikarar undir enn meira trýst, skrivar Ritzau.
– Ein stórur meiriluti av fjepparum eru ímóti at hava HM annaðhvørt ár. Um tey í Fifa høvdu gjørt sær tann ómak at taka okkum við í viðgerðin av spurninginum, høvdu tey eisini vita tað, skrivaðu 58 fjepparabólkar m.a. í september.
Nú hevur Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) eisini lagt seg uppí kjakið.
Á heimasíðu sínari sigur IOC seg taka undir við fótbóltssambondum, fótbóltsfeløgum, leikaraum, leikarafeløgum, venjarum og onnur, sum hava verið skeptisk yvirfyri uppskotinum hjá Fifa.
IOC sigur seg eisini ynskja, at fleiri verða hoyrd í málinum, harav umboð fyri ítróttafólkini, og tað er, sambært IOC "týðiliga ikki hent".
Næstu ferð HM í fótbólti fer av bakkastokki verður í november 2022. Tá verður kappingin í Katar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald