Hondbóltur

Hjá monnum vann Neistin slagið um Havnina

VÍF gav H71 skarpan gang, men hoyvíkingar sluppu úr Vestmanna við tveimum stigum. StÍF vann í Klaksvík.

Dánjal Ragnarsson gjørdi av við grannarnar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Dánjal Ragnarsson gjørdi av við grannarnar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-18 23:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar var í Okkara-deildini í kvøld.

Í Vestmanna helt heimaliðið vandamikla álopinum hjá H71 niðri á 8 málum fyri steðgin, men stutt inn í 2. hálvleik fekk umráðandi verjuleikarin Bjarti Hansen reytt kort fyri at takkla Elias Ellefsen á Skipagøtu hart. Sambært in.fo hevur evnaríki bakspælarin hjá hoyvíkingum møguliga brotið nøsina. Stutt eftir hetta kom H71 á odda, og favorittarnir tóku sigurin.

Í Høllini á Hálsi var Neistin omaná móti grannunum. Teir bláu spældu ein tættan dyst í Hoyvík sunnudagin, men taptu. Tá misti Neistin eisini Trónd Kragesteen, og í hansara fráveru í kvøld vísti Dánjal Ragnarsson veruliga sínar dygdir. Ungi bakspælarin skoraði níggju ferðir, og hóast Kyndil kom uppá javnt í løtum í 2. hálvleiki, so fekk Neistin tvey stig.

Í Klaksvík byrjaði útiliðið klárt betri; eftir 10 minuttir var 1-6. Í 2. hálvleiki kom Team Klaksvík tó nógv betri út, og munurin kom tvær ferðir niður á trý mál. Tó vann StÍF trygt. Hjá Team Klaksvík skoraði nýggi japanski leikarin, Kaito Nakahodo heili 12 ferðir.

Okkara deildin, 2. umfar

VÍF – H71 19-24 (10-8)
Toppskjúttar: Filip Jojic 8 mál, Peter Krogh 6 mál

Kyndil – Neistin 22-25 (13-11) 
Toppskjúttar: Dánjal Ragnarsson 9 mál, Anders Riisdal 6 mál

Team Klaksvík – STÍF 23-27 (10-17)
Toppskjúttar: Kaito Nakahodo 12 mál, Ivan Mrdalo og Pætur Ó. Barclay 6 mál 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder