
B68 er í gongd við at brynja seg til at spæla í Betrideildini fyri fyrstu ferð í fimm ár. Fríggjadagin varð kunngjørt, at Lukasz Cieslewicz skal spæla fyri B68, og seinasta stóra samdøgrið eru tvey nøvn í hópinum staðfest afturat.
Annar var ikki við at spæla B68 upp í Betrideildina, men hann spældi fyri felagið í seinnu hálvu í 2019. Hjalti Strømsten var í ár partur av Skála-hópinum og spældi 14 dystir fyri liðið, sum var annar av niðurflytarunum. Hjalti er uppvaksin í Víkingi og hevur samanlagt spælt 33 dystir í Betrideildini, tríggjar í kappingini í Løgmanssteypið og ein í Europa League. 23-ára gamli leikarin er vinstrabeintur. Hann hevur spælt sum miðverju, vinstri bakkur og á verjukenda miðvøllinum og var í ungdómsárinum ein dugnaligur málverji.Hjalti Strømsten aftur á Svangaskarði - hann hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála (Mynd: Tofta Ítróttarfelag)
Hann hevur umboðað sjey ymisk feløg í Betrideildini og skal í 2021 spæla fyri tað áttanda felagið í fremstu røð í Føroyum. 35-ára gamli Høgni Madsen hevur leikt 291 dystir í Betrideildini, og hansara royndir fara helst at koma væl við hjá B68. Tað gjørdu tær í øllum førum í seinnu hálvu í ár. Høgni spældi 14 dystir fyri B68 í farna kappingarárið. Felagið boðar nú frá, at ein eitt-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar. Høgni Madsen er av Kambsdali, er upprunaliga sentralur miðvallir, men hevur seinnu árini spælt í miðverjuni eisini.
Tøl: FaroeSoccerHøgni Madsen í dysti fyri B68 (Mynd: Tofta Ítróttarfelag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald