Fótbóltur

Hjulmand: - Havi eitt veikt punkt fyri Føroyum

Yvir 2.000 atgongumerki eru seld til føroyingar, men tað skal vera danska liðið og sondu áskoðarnir, ið skulu blása Føroyar um koll í morgin. Hjulmand hevur tó stóra virðing fyri føroyskum fótbólti, og liðformaðurin sigur, at virðingin er umráðandi.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-11-11 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helsingør, Danmark (Portalurin) - Føroyar og Danmark skulu í annaðkvøld spæla fyri triðju ferð móti hvørjum øðrum uppá 13 mánaðir, so hetta er triðju ferð, at vit hava verið til tíðindafund við Kasper Hjulmand dagin fyri ein dyst móti Føroyum, og sum vanligt tosaði landsliðsvenjarin, ið er sterkur í samskifti, um sína stóru virðing fyri Føroyum og menningini í fótbólt har.

Miðlaovastin hjá DBU, Jakob Høyer, upplýsti fyrst, at tað verða 35.000 áskoðarar til dystin - og harvið fullsett -, og av teimum vera yvir 2.000 føroyingar, tí 2.200 atgongumerki er seld til føroyingar. Í danska fótbóltssambandinum siga tey seg gleða seg, at so nógvir útiáskoðarar vera til staðar. Høyer segði eisini, at áðrenn dystin verða Lasse Schone og Simon Kjær heiðraðir fyri drúgva tænastu á landsliðnum – fyrrnevndi er givin á landsliðnum og liðformaðurin, sum eisini var við á tíðindafundinum, og sum er tilnevndur til Balon d'or, er farin uppum 100 landsdystir.

Andreas Skov Olsen varð á tíðindafundinum spurdur um, hvussu umráðandi royndi miðverjin er fyri liðið. Kjær skoytti skjótt skemtandi uppí, at ungi og evnaríki kantspælarin noyddist at minnast til, at venjing var beint aftaná. Skov Olsen segði síðani, at talan er um ein stóran leiðara á og uttanfyri vøllin og ein persón, ið fær teir rundanum seg at kenna seg tryggar og virðismettar, og at Simon Kjær dugir væl at taka ímóti teinum nýggju leikarunum – millum annað sær sjálvum. Bologna-leikarin spældi sín fyrsta landsdyst og skoraði sítt fyrsta mál í venjingardystinum móti Føroyum í Herning 7. oktober í fjør í sannførandi avriki.

Skulu hava virðing, spæla við tempo, innsiteti og hava áskoðarnir við
Tað var stórur munur á omanfyrinevnda venjingardysti, har tað var 4-0 í steðginum, og so undankappingardystinum á Tórsvølli í september, har danir tryggjaðu sær sigurin við máli fimm minuttir fyri leiklok. Portalurin spurdi Kasper Hjulmand, hvussu danir skulu syrgja fyri, at dysturin í morgin kemur at líkjast tí í fjør heldur enn tí í gjár.

- Eg havi stóra virðing fyri føroyskum fótbólti, leikarum og tí, sum teir royna at gera. Liðið er betri skipað enn Moldova, sum vit samanlíknaðu við í áðni, og roynir ikki at gera nakað, sum tað ikki kann. Tað er altíð trupult at spæla móti liðnum, sum vita, hvat tey kunnu og ikki og hava eitt greitt úttrykk. Tað var tí, sum vit møttu á Tórshavn í september, har Føroyar funnu eina góða balansu og ikki góvu okkum nakað, sum vit kundu revsa, og har áskoðarnir vóru framúr.

- Tá hevði tað verið øðrvísi, um vit høvdu fingið eitt mál uppá onkran av teimum stóru møguleikunum, sum vit høvdu í fyrra hálvleiki. Slíkt kann eisini gera mun í morgin, har vit skulu spæla við tempo, inntensiti og dynamikki – borin fram av einari áskoðarafjøld, sum vil bera okkum.

Andreas Skov Olsen nevndi eisini tempo, tá hann varð spurdur um, hvat skuldi til fyri at loysa Føroyar upp:

- Tað err tupult at spæla móti einum liði, sum hevur tættar ketur og stendur lágt og vælskipað. Vit vera noyddur at fáa ferð á bóltin og at vera aggressivir í okkara spæli og okkara endurtrýsið. Vit skulu royna at vinna bóltin aftur so skjótt sum gjørligt, tá vit hava mist hann; tá eru teir sárbærir.

[object Object]
21-ára gamli Andreas Skov Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

Høgt virdi danski venjarin er greiður í sínum samskifti um Føroyar – hann segði eisini í innleiðing sínari, at hann hevur eitt “Soft spot”- eitt veikt/bleytt punkt fyri Føroyum, og tosað um hvussu livandi Tórsvøllur var í september.

- Hetta eru menn, sum vilja stríðast fyri lívinum fyri land sítt, og eg haldi, at teir menna seg væl, og vit skulu veruliga hugsavna okkum um uppgávuna í morgin. Vit skulu taka hvønn minutt, sum vit eru saman í álvara, tí vit hava ikki so nógva tíð saman fram til HM-endaspælið.

[object Object]

Ein tíðindamaður frá Politikken spurdi eisini Hjulmand, um hví júst Føroyar kann vísa seg sum eitt torført mótstøðulið, og sum í royndu veru er tað liðið, ið hevur verið tættast við at fingið stig móti Danmark í kappingini.

- Í fótbólti, sum er eitt “Low scoring game”, kann vera stórur munur á í hagtølum, men lítil ella eingin á máltalvuna, og styrkismunur á liðunum á pappírinum vísur seg sanniliga ikki Tað er náttúran í spælinum, og tað er sjarman í spælinum.

- Teir koma við øllum og geva alt, og tað skulu vit eisini gera. Vit skulu syrgja fyri at vera professionellur og gera okkara arbeiði, samstundis sum respektin skal vera har; eins og alt tað var á Wembley í hálvfinaluni í summar.

Annars var koppseting og koronupass eitt stórt evni á tíðindafundinum, tí fleiri miðlar spurdi um støðuna við Pione Sisto, sum ikki er koppsettur, men sum tó hevur hevur koronupass, tí hann andevni, og landsliðsleikarin sigur seg ikki vilja koppseta seg inn. Kasper Hjulmand staðfesti, at hann, eins og myndugleikarnir, mælir til koppseting, men at tamarhald er á støðuni, og allar protokollir verða fylgdar.

Føroyar og Danmark spæla í Parkini í annaðkvøld. Avspark er 19.45.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder