Fótbóltur

HM-ævintýrið er av

Ov nógvar tekniskar villur, misnýttir møguleikar og trygt týskt álopsspæl vóru í seinna hálvleiki við at venda dystinum, sum endaði við sigri á seks mál til útiliðið. Føroyska avrikið var tó heilt flott í stórum pørtum av dystinum, og nú skal sjóneyka setast á EM-undankappingina, ið byrjar í heyst.

Týskarar stríddust fyri at halda Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði átta mál og stýrdi føroyska spælinum væl (Mynd: Sverri Egholm)

Týskarar stríddust fyri at halda Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði átta mál og stýrdi føroyska spælinum væl (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-16 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingarnir fóru upp at flúgva móti endanum av fyrra hálvleiki, og tað tyktist næstan sum um, at takið í Høllini á Hálsi, ið var fullsett, fór av tær báðar ferðirnar, tá okkara løgdu seg á odda móti Týsklandi.

Tað var +1 til Føroyar í steðginum, men eftir eina javna byrjan uppá seinna hálvleiki, har liðini skiftust um at skora, vísti týski risin sína styrki. Føroyska liðið fór at gera alsamt fleiri tekniskar villur - átta fleiri vóru samanlagt í seinna hálvleiki, í mun til fyrra -, misnýta fleiri møguleikar, og tað gjørdist ongantíð aftur veruligur spenningur í, hvat endaúrslitinum viðvíkur. 

Í verjupartinum hevði føroyska liðið ilt við at tarna teimum stóru, sterku og eisini snildu týskarunum, og dundurskot flugu framvið føroysku málverjunum; tó at Pauli Jacobsen hevði nakrar góðar bjargingar í seinna hálvleiki. 

Samanumtikið var ein greiður munur á liðunum yvir tveir dystir, tó at føroyska spæli í stórum løtum var heilt gott, og tað var millum annað jaligt at síggja samlaða stríðsviljan, og at okkara spældu seg til so nógv opin skot móti so sterkum liði.

Hjá føroyska liðnum snýr tað seg nú um at venda eyguni móti EM-undankappingini, sum byrjar í heyst, har møguleikarnir eru spennandi.

HM Play-off, seinni dysturin
Høllin á Hálsi, 16.04
Føroyar - Týskland 27-33 (16-15)


Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 8-10
25 min: 12-14

35 min: 19-19
40 min: 19-22
45 min: 20-25

50 min: 22-28
55 min: 25-31


Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Pætur Mikkjalson 5
Hákun West av Teigum 4

Kjartan Johansen 3
Peter Krogh 2
Tróndur Mikkelsen 1
Leivur Mortensen 1/
Niklas Selvig 1/
Helgi Hildarson Hoydal 1/1


Skot/mál: 

Føroyar: 27/46 = 59 prosent
Týskland: 33/48 = 69 prosent


Bjargingar:
Pauli Jacobsen 6
Nicholas Satchwell 3

-----------------
Andreas Wolff 6
Till Klimpke 5



Útvísingar:
Føroyar: 4
Týskland: 1


Tekniskar villur:

Føroyar: 11
Týskland:
6

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder