HM-endaspælið hjá monnum, sum byrjar í Egyptalandi í komandi viku, fer fram uttan áskoðarar, vátta fyriskiparar nú á heimasíðu sínari.
Fyrr í vikuni var ætlanin annars, at 20 prosent av áskoðaraplássunum í hvørjari høll kundu fyllast. Men á fundi í dag varð avgerð tikin um ikki at loyva áskoðarum kortini.
Tað var fyri fáum døgum síðani, at evropeiska hondbóltssambandið heitti á forsetan í altjóða hondbóltssamgonguni (IHF), Hassan Moustafa um ikki at loyva áskoðarum atgongd orsakað av støðuni við covid-19.
HM-endaspælið hjá monnum byrjar mikudagin 13. januar og endar 31. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald