Suðurafrika spældi byrjanardystin í HM-endaspælinum 2026, har tað endaði við tapi móti vertstjóð (Meksiko í Meksiko býi). Í kvøld spældi Suðurafrika í fyrstu 1/16-finaluni, og tað endaði aftur við tapi móti vertstjóð.
Í hesum førinum spældi vertstjóðin í einum øðrum landi: Kanada skuldi, vegna tapið fyri Sveis í bólkafinaluni, spæla móti Suðurafrika í Los Angeles.
Hetta var fyrstu ferð hjá báðum londunum í einum slíkum dysti í HM-endaspæli, og tað sást: Tann fyrsti røkkstøkkdysturin (knock-out) í hesum HM-endaspælinum, og í søguni hjá Kanada og hjá Suðurafrika, gjørdist júst so varin sum man kundi stúrt fyri.
Tað hendi so at siga einki: Ógvuliga fáir málmøguleikar, ikki nógv góðska við bóltinum, ikki nógvur inntensitetur, men Kanada vildi eitt sindur meira og vann eisini í meira enn hálvvánaliga dystinum.
Einasta málið á SoFi-leikvøllinum kom í 92. minutti. Suðurafrika megnaði ikki at rudda bóltin langt burtur, hann endaði hjá Stephen Eustaquio, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í suðurafrikanska málið við góðum hálvfluktara.
1-0, Suðurafrika er úti, meðan Kanada er fyrsta liðið, sum er til reiðar til 1/8-finalurnar.
![]()
Løtan tá góði hálvfluktarin er á veg í netið (Mynd. Alex Grimm/AFP/Ritzau Scanpix)
Stórur kanadiskur fagnaður eftir enn eina søguligan sigur (Mynd: Emilee Chinn/AFP/Ritzau Scanpix)
Kandaski liðformaðurin hevur portugisisk foreldur og flutti har sum sjey-ára gamal. Eustaquio hevur sáttmála við FC Porto, men miðvallarin hevur verið leigaður til Los Angeles FC seinastu mánaðirnar. Harvið var tað í býnum, har hann hevur hildið til seinastu tíðina, at 29-ára gamli kanadiarin gjørdist søguligur.
Stephen Eustaquio hevði í roynd og veru ikki liðskiparabandið um armin, tá hann skoraði. Tað hevði Alphonso Davies. Bayern München spælarin hevur verið nógv skaddur seinastu árini og spældi í dag fyrstu minuttir hansara undir HM-endaspælinum. Davies hevur nógv at siga fyri Kanada.
Hann man eisini spæla minuttir í Houston leygardagin 4. juli, tá Niðurlond ella Marokko bíða. Hesi londini hittast í spennandi 1/16-finaluni týsnáttina.
--------------------------------------------------------------
1/16-finalurnar í HM2026:
Í dag, sunnudagin 28. juni (Los Angeles, USA)
Suðurafrika - Kanada 0-1 (0-0)
92' Stephen Eustaquio
Mánadagin 29. juni
18.00: Brasilia - Japan (Houston, USA)
21.30: Týskland - Paraguay (Foxborough, USA)
Týsdagin 30. juni
02.00: Niðurlond - Marokko (Guadalupe, Mexico)
18.00: Fílabeinsstrondin - Noreg (Arlington, USA)
22.00: Frakland - Svøríki (New Jersey, USA)
Mikudagin 1. juli
02.00: Meksiko - Ekvador (Mexico City, Mexico)
17.00: England - DR Congo (Atlanta, USA)
21.00: Belgia - Senegal (Seattle, USA)
Hósdagin 2. juli
01.00: USA - Bosnia-Herzegovina (Santa Clara, USA)
20.00: Spania - Eysturríki (Los Angeles, USA)
Fríggjadagin 3. juli
00.00: Portugal - Kroatia (Toronto, Canada)
04.00: Sveis - Algeria (Vancouver, Canada)
19.00: Avstralia - Egyptaland Egypt (Arlington, USA)
23.00: Argentina - Cape Verde (Miami, USA)
Leygardagin 4. juli
02.30: Kolumbia - Ghana (Kansas City, USA)
Dystirnir síggjast millum annað á rásunum hjá DR og TV2 - umframt á DRTV og TV2 Play. Summir eru eisini á KVF og øðrum norðurlendskum kringvarpum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald