
Fýra føroyskir svimjarar fóru beinleiðis av Oyggjaleikunum á Orknoyggjunum til landsynningspartin av Asia.
Talan er um Bjartu í Lágabø, Leu Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt, sum seinastu vikuna hava kappast í HM í Singapore.
Tey fyrireikaðu seg í eina viku á staðnum. Í hylinum hava Líggjas og Isak svomið seg undir kravið til stig 2 í úrvalsskipanini hjá ÍSF.
Hetta var í einstaklingakappingunum. Tað hevur eisini eydnast at koma í topp-32, sum úrvalskravið er, í báðum stafettunum (4x100 metrar frí og 4x100 metrar blandað).
Tíðliga í gjár - leygarmorgunin - svumu Føroyar seg á 27. pláss í 4x frí mix við flottu tíðini 3:48.88.
Lea Osberg Højsted
Stutt áðrenn hevði Lea Højsted verið í hylinum og svomið 33.38 í 50 metrar bringu. Hetta er triðbesta tíðin hjá Leu, sum sjálv eigur føroyska metið á teininum: 33.11.
Leygardagin 2. august var seinasti kappingardagur hjá føroyingunum, sum eftir eitt langt summar, og ár, nú hava eitt sindur av frí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald