Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði. Undan talvunum í gjár hevði Høgni fult stigatal, men tað sama hevði sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum tó ikki megnaði at vinna sær úrtøku í gjár.
Hans Kristian Simonsen, sum eisini hevur havt eina sera góða kapping higartil í ár og bert var ½ stig aftan fyri Høgna og Luitjen, var í gjár mótstøðumaðurin hjá Høgna Egilstoft Nielsen.
Hans Kristian Simonsen hevði hvíta fólkið, og talan gjørdist um eitt spennandi talv, sum eisini varð tað seinasta, sum bleiv liðugt á degnum í landsliðsbólkinum.
Leingi var støðan millum teir báðar sera jøvn, men út á talvið var tað Høgni, sum vann sær ein rímiliga greiðan fyrimun. Í 42. leiki gjørdi Høgni tó ein feil, sum javnaði støðuna fullkomiliga út, tá hann ofraði ein rók inni á f2. Í staðin fyri at taka rókin við konginum valdi Hans Kristian tó at flyta kongin undan í staðin, og tað var ein stórur feilur.
Fáar leikir seinni hevði hann lagt kongin, og Høgni er í stórum stíli á veg móti triðja FM-heitinum á rað.
Argasti kappingarneytin hjá Høgna, Luitjen Akselsson Apol, hevði í gjár eina torføra uppgávu, tá hann skuldi royna at koppa Rógva Egilstoft við svarta fólkinum.
Rógvi hevur ikki havt eina so góða kapping við bert einum stigi eftir trý umfør, men hesaferð var Rógvi greitt omaná. Byrjanin millum teir báðar var jøvn, men við neyvari telving vann Rógvi sær spakuliga ein fyrimun. Tá hann so í 30. leiki vann ein mann, var støðan ikki góð hjá Luitjen.
Ungi maðurin royndi at stríðast eina løtu, men Rógvi lat ikki við seg koma og koyrdi ein tryggan sigur heim.
Rani Nolsøe, sum lá javnur við Rógva Egilstoft við 1 stigi undan dagsins talvum, hevði í gjár hvítt móti Torkili Nielsen, sum hevði ½ stig. Her telvaði Rani Nolsøe sannførandi at kalla allan vegin, og hvørja ferð Torkil var eitt sindur óneyvur, fann Rani rætta leikin. Tí vann hann sær rættiliga skjótt greiðan fyrimun, og eftir 33 leikir valdi Torkil at gevast.
Í seinasta talvinum hevði Carl Eli Nolsøe Samuelsen hvíta fólkið móti Willa Olsen. Her stóð Carl Eli heldur betri tíðliga í talvinum, men tá so Wille longu í 16. leiki gjørdi ein ordiligan bukk, var leiðin løgd fyri einum sigri til Carl Eli. Hann tók eisini av møguleikanum og vann fáar leikir seinni.
Í dag møtast argastu kappingarneytarnir hjá Høgna Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Hans Kristian Simonsen, í innanhýsis dysti. Rani Nolsøe skal við svarta fólkinum vita, um hann verður tann fyrsti, sum megnar at koppa Høgna í ársins FM-kapping.
Eingin steðgar Heðin
Í 1. bólki var Heðin Gregersen einsamallur á odda undan triðja umfari við fullum stigatali. Í gjár skuldi hann royna seg við hvítum móti Margari M. Berg, men heldur ikki hann megnaði at steðga Heðini Gregersen.
Longu í 9. leiki fekk Heðin fyrimun, tá Margar valdi at fara í longu borg, og Heðin var ómetaliga neyvur restina av talvinum. Hann telvaði mest sum feilfrítt, og endin var, at Margar gav skarvin yvir longu eftir 26 leikir.
Heiðrikur T. Jacobsen var nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen undan hesum umfarinum, men hann megnaði ikki at fáa nakað burtur úr í gjár. Hann hevði annars hvíta fólkið móti Jón í Horni Nielsen, men Jón telvaði væl og endaði við at koppa Heiðriki. Við sigrinum hevur Jón í Horni Nielsen nú lagt seg á 2. plássi í 1. bólki saman við Herlufi Hansen, sum í gjár vann á Boga Hansen Eliasen.
Teir báðir eru tó longu nú heili 1½ stig aftan fyri Heðin Gregersen, og nógv bendir longu nú á, at Heðin fer at gerast vinnari av fyrsta bólki. Um hann megnar at halda fast um góða gongdina, so fer hann uttan iva eisini at taka eitt stórt lop rætta vegin í rating.
Í seinasta talvinum í gjár vann Janus Skaale við svørtum á Andriasi Danielsen.
Rógvi enn á odda
Í almenna bólkinum er Rógvi Mørkøre enn fremstur, men í gjár megnaði hann ikki at fáa fulla úrtøku fyri fyrstu ferð í kappingini. Hann hevði svarta fólkið móti Ingolf Debes, sum bert var ½ stig aftan fyri undan talvinum teirra millum.
Talan var um eitt sera javnt talv, men í 30. leiki gjørdi Rógvi ein stóran feil, sum Ingolf tó ikki megnaði at gera sær dælt av, og so endaði talvið við javnleiki.
Rógvi er tí enn fremstur, men í hølunum á honum eru Ingolf Debes, Brandur Højgaard og Silas G. Hannesarson bara ½ stig aftanfyri.
Rógvi vann toppdystin
Hjá unglingunum var toppdystur á skránni millum teir báðar hægst styrkismettu telvararnar. Markus Jacobsen, sum hevði fult stigatal, hevði svart móti Rógva Heinason Olsen, sum var ½ stig aftanfyri. Her gjørdi Markus ein stóran feil longu í 12. leiki, tá hann misti mann, og sjálvt um hann stríddist leingi, so lat Rógvi ikki við seg koma og vann ein tryggan sigur.
Við sigrinum er Rógvi nú fremstur í unglingabólkinum, men hann er tó ikki einsamallur. Jónas Sólsker vann eisini sítt talv í gjár og liggur harvið undir liðini á Rógva í oddinum.
Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald