Millum jól og nýggjár var serlig verkstova hildin fyri lámar bakkar - hondbóltsspælarar ið kasta við vinstru hond og spæla á høgra bakki. Verkstovan var fyri leikarar kring føroysku ungdómslandsliðini og var endamálið at kasta ljós á týdningin av júst hetta ávísa plássið á vøllinum.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya. Har er man varugur við, at viðurskifti skulu betrast fyri at menna spælarar, sum kasta við vinstru hond - og serliga tey sum spæla í bakktekuni. Annars hevur tað avmarkingar við sær á millum annað landsliðunum.
Tað var Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF og U20-landsliðsvenjari, sum saman við Kjartani Johansen og Vilhelm Poulsen hildu verkstovuna. Kjartan og Vilhelm spæla yrkishondbólt og eru á A-landsliðnum - báðir eru lámir og spæla á høgra bakki.
Landsliðsleikarar og luttakarar í høllini á Argjum (Myndir: HSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald