Tað er nú greitt, at danski miðvallaleikarin, Pierre-Emile Højbjerg, skal spæla fyri Tottenham Hotspur komandi leikár.
Miðvallaleikarin, sum seinastu fýra árini hevur havt sáttmála við Southampton og áðrenn tað við týska Bayern München, hevur nú skrivað undir fimm ára sáttmála. Aftur fyri fær Southampton unga bakkin Kyle Walker-Peters, skrivar BBC.
Højbjerg hevur spælt yvir 100 dystir fyri Southampton, og hevur eisini verið liðskipari á liðnum. Men liðskiparabindið varð tikið frá honum, tá hann ikki vildi leingja sáttmálan við felagið, og seinastu tíðina hevur hann tí ikki fingið so nógva spælitíð.
Pierre-Emile Højbjerg er triði danski landsliðsleikarin í Londonfelagnum. Í januar skifti Christian Eriksen úr Tottenham til Inter Milan í Italia eftir 226 dystir og 51 mál fyri Tottenham.
Ein triðji miðvallaleikari á danska landsliðnum, Allan Nielsen, spældi við Tottenham frá 1996 til 2000. Hann skoraði 12 mál í 97 dystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald