Eftir langan ferðadag í dag, er føroyska kvinnulandsliðið komið fram í øllum góðum í Minsk í Hvítarusslandi.
Liðið hevur í kvøld vant í stásiligari arena í Minsk. Í morgin, fríggjadagin klokkan 15 møta Føroyar Hvítarusslandi, sum helst er styrkismett ovast í bólkinum. Leygardagin verður aftur ein dystur. Tá spæla Føroyar móti Sveis, og tá verður byrjað klokkan 13 føroyska tíð.
(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.
Hópurin sær soleiðis út:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Lív S. Poulsen, StÍF
Ingibjørg Olsen, VÍF
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Anna Brimnes, Ajax København
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel Håndbold
Brynja Høj, Neistin
Kringvarpið vísir dystin í morgin í sjónvarpinum. FM1 hevur eisini frásøgn frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald