Hondbóltur

Hondbóltssambandið: Venjingar kunnu byrja aftur

Mett verður, at tamarhald er á koronastøðuni, og hevur HSF avgjørt at taka aftur áheitanina um at steðga við allari felags innandura venjing.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-12 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at koronasmitta aftur varð staðfest í Føroyum, heitti Hondbóltssambandið hósdagin 6. august, á feløgini um fyribils at steðga við allari felags innandura venjing til týsdagin, 11. august, og nú boðar Hondbóltssambandið frá, at venjingar kunnu byrja aftur.

– Teir seinastu dagarnar hava sera nógv fólk latið seg kanna fyri korona. Talið á smittaðum er fallandi, og meta myndugleikarnar, at tamarhald aftur er á støðuni. Vísandi hertil hevur HSF avgjørt at taka aftur áheitanina um at steðga við allari felags innandura venjing, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuna.

Hondbóltssambandið mælir tó feløgunum til at leggja venjingarnar til rættis við størsta varsemi. Í sambandi við venjingar verður eisini mælt til, at  feløgini fylgja hesum ráðum:

  • Allir leikarar, sum luttaka í venjingunum, eiga nýliga at verða kannaðir fyri korona.
  • Hevur persónur, sum luttekur í venjingunum, minstu tekin um krím, skal viðkomandi halda seg heima.
  • Verður smitta staðfest millum leikarar/venjarar/hjálparfólk skulu almennu tilmælini viðvíkjandi sóttarhaldi fylgjast. Hetta merkir í útgangsstøðinum, at allur hópurin, sum hevur vant saman, skal í sóttarhald.
  • Leikarar møta til venjing í venjingarklæðum og nýta ikki skiftingarrúmini.
  • Leikarar hava egnan drekkidunk við til venjing.
  • Vestar og venjingarútgerð skal í mest møguligan mun einans handfarast av einum persóni, og øll útgerðin skal vaskast áðrenn og aftaná venjing. Venjingarútgerð má ikki nýtast av fleiri venjingarbólkum, uttan at venjingarútgerðin verður sprittað/vaskað millum venjingarnar.
  • Allir leikarar, venjarar og hjálparfólk skulu vaska/spritta hendur áðrenn og aftaná venjing.
  • Øll eiga at hava egið spritt við til venjing.
  • Neyv skráseting skal verða av, hvør luttekur/er til staðar undir venjingunum.
  • Mælt verður til, at so leingi sum talið á smittaðum í Føroyum er stórt, skulu allir leikarar við jøvnum millumbilum lata seg kanna fyri korona.

Lagt verður afturat, at Hondbóltssambandið fylgir koronastøðuni neyvt, og at ætlanin er at venda aftur við fleiri fráboðanum so hvørt, sum viðurskiftini broytast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder