Annað

Hondbóltsstjørnur og aðrir útisetar hugnaðu sær saman í góðveðrinum

Herfyri var ein heldur serstakur fótbóltsdystur á Kløvermarkini á Amager. Landsliðsspælarar, ÍF Føroyar spælarar, og sum heild fleiri føroyingar savnaðust.

Bakandi sól og lagið var heilt gott á mongu føroyingunum - felagsmynd eftir fótbótltsdystin sum var 2x35 minuttir

Bakandi sól og lagið var heilt gott á mongu føroyingunum - felagsmynd eftir fótbótltsdystin sum var 2x35 minuttir

2025-06-23 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti var veruligt góðveður í Keypmannahavn-økinum. Nógvir honbóltsútisetar, ið hava fingið summarferiu, vóru staddir har, og alt hetta skuldi njótast.

So teir bjóðaðu øðrum føroyingum, sum fast ella javnan spæla við einum av liðunum hjá ÍF Føroyan til ein "hyggedyst" í fótbólti.

Kløvermarkin, við teimum mongu ivasomu grasvallunum, var tískil karmur um eina serstaka føroyingauppgerð. Fyrireikingarnar vóru so sum so, og sum heild merktist, at úrslitið merkti væl minni enn vanligt.

Heilt fitt av fólki var komið at hyggja at, sóla sær og nýta samveruna. Tað gjørdist eisini ein tættur dystur.

Av A-landsliðsspælarum spældu hesi: Elias Ellefsen á Skipagøtu, Leivur Mortensen, Marita Mortensen, Pauli Jacobsen, Pauli Mittún og Pætur Mikkjalsson.

Vilhelm Poulsen, ið hevur verið darvaður av skaðum fyrr í ár, var í venjaraleiklutinum. Her vísti Bundesliga-spælarin eisini hegni, tá "hondbóltsliðið" kom afturum. Hetta liðið var annars alt prýtt við Kiel-blusum; tey allarflestu við nummar 71 og "Skipagøtu" á rygginum.

Hesi, sum aftur skulu til endaspæl rímiliga skjótt, fingu eisni góða hjálp frá øðrum. Millum annað Juliani Kragesteen, sum spælir við Køge, og Kristoffuri Bjørgvin, sum var ein verjuskansi. Hondbóltsliðið kom eisini við dómaranum, ið avgreiddi uppgávuna á fyrimyndarligan hátt. Og so var tað Karl Jónsson Johansen. Frá at heilsa uppá danska forsætisráðharran kortsíðani til at skjóta tvey góð mál á Kløvermarkini, har havnarmaðurin var ein, ið vísti síni kynstur.

Tað gjørdi Sveinur Lava Olsen eisini í heldur øðrvísi leiklutinum í málinum, har hann var "leigaður inn". Hann var fyri nógvum hjá fótbóltsspælarunum ið høvdu flestu málmøguleikarnar. Sveinur var ein av fýra á vøllinum, sum í 2017 spældu í EM-endaspælinum í fótbólti fyri U17-lið: Eitt søguligt endaspæl fyri føroyskan fótbólt og ítrótt. Hinir tríggir vóru Filip í Liða, Jákup Joensen, og Tórur Jacobsen.

Hondbóltsspælarar kunnu okkurt við beinunum eisini og fingu í roynd og veru ein smalan sigur, har Elias á Skipagøtu var avgerandi við einum hattrikki. Tað hóvaði ikki hinum liðnum væl, men aftaná var lagið gott: Ein felagsmynd varð tikin, og síðani vóru frilling og ymisk tiltøk. Hetta var fyri stuttleikanum og nakað av føroyskari samansjóving.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder