Hondbóltur

Hondbóltur: Frakland og Danmark í OL-finaluni

Føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, skoraði týðandi mál móti endanum av dystinum.

Jóhan á Plógv avgerð hálvfinaluna við rygginum móti málinum (Skíggjamynd: DR)

Jóhan á Plógv avgerð hálvfinaluna við rygginum móti málinum (Skíggjamynd: DR)

2021-08-05 14:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá olympiska hondbóltskappingin skal avgerast leygardagin, verður tað ein endurtøka av finaluni fyri fimm árum síðani í Rio de Janeiro.

Tað verða Frakland og Danmark, sum skulu stríðast um gull og silvur – Danmark við einum føroyingi, Jóhan á Plógv Hansen, á liðnum.

Fyri løtu síðani tryggjaði Danmark sær luttøku í finaluni við at vinna 27-23 móti Spania í hálvfinaluni.

Dysturin gjørdist spennandi. Danmark førdi við fýra málum í hálvleikinum, men í øðrum hálvleiki kom Spania meira við í dystinum, og munurin var eitt og tvey mál til Danmark fyri tað mesta.

Móti endanum av dystinum var nær við, at Spania megnaði at javna og harvið skapa øgiligan spenning.

Júst um tað mundið, móti endanum av dystinum, varð føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen settur á vøllin á høgra veingi fyri Lasse Swan, ið annars hevði spælt tað mesta av dystinum.

Og Jóhan á Plógv fekk ein lítlan høvuðsleiklut, tá tað eydnaðist honum – aftur um ryggin – at skora til 26-23 tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum. Tá gjørdist greitt, at Spania ikki kundi fáa Danmark aftur.

Annars vóru tað Mikkel Hansen við 12 málum, Mathias Gidsel og málverjin Niklas Landin, sum vóru teir stóru spælararnir fyri Danmark.

Fyrr í dag gjørdist greitt, at Frakland verður annað liðið í OL-finaluni. Frakland við einum stórspælandi Nikola Karabatic á odda vann 27-23 á Egyptalandi, sum annars hevur verið stóra jaliga yvirraskilsið í hesi OL-kappingini.

Tá Danmark og Frakland hittust í finaluni í Rio fyri fimm árum síðani, gjørdist úrslitið 28-26 til Danmark. 

[object Object]
Mikkel Hansen spældi enn ein stórdyst - 12 mál móti Spania (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder