At Champions League-dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava ikki verður leiktur er so greitt so gjørligt, uttan at tað er váttað.
Bussur við hópinum hjá Slovan Bratislava fer av Hotel Føroyum klokkan 16.00. Fyrsta bríksl her í Klaksvík skuldi verða klokkan 17.00. Almenn avlýsing er ikki komin enn.
Tað er tó ikki greitt, um KÍ kemur víðari uttan dyst, og um so er: Um føroyameistararnir fáa peningin fyri at vinna og stigini til komandi umfar.
Umboðsmaðurin hjá UEFA er júst komin til Klaksvíkar.
Portalurin er á staðnum og fylgir gongdini
Fótbóltur
Hópurin hjá Slovan Bratislava fer vestur á flogvøllin klokkan 16
Hetta hevur Portalurin fingið váttað. Eingin dystur verður í Klaksvík í kvøld, men júst hvat skal henda, skal UEFA taka støðu til. Umboðsmaðurin hjá UEFA er júst komin til Klaksvíkar.
Seinna ferðalagið úr Bratislava kom til Føroya í gjár - nú fer hópurin avstað aftur (Mynd: jn.fo)
2020-08-21 15:39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald