Fótbóltur

Hópurin móti Moldova og Gibraltar úttikin

20 spælarar eru úttiknir til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Gibraltar, sum vera á Tórsvølli 4. og 8. apríl.

Í februar vunnu føroysku kvinnurnar 1-0 í útidystinum móti Gibraltar (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Í februar vunnu føroysku kvinnurnar 1-0 í útidystinum móti Gibraltar (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2025-03-21 08:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Um tvær vikur skulu føroysku kvinnurnar aftur á vøllin í UEFA Nations League kappingini. Hesa ferð møta tær Moldova og Gibraltar á heimavølli.

Fyribils setti venjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur kunngjørt føroyska hópin til komandi dystirnar.

Av teimum 20, ið eru boðsendar hesa ferð, er bert ein broyting í mun til seinastu úttøku. Málverjin Eyðgerð Berg úr Víkingi er komin í hópin og Valborg Østerø er ikki úttikin hesa ferð.

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 110, Moldova nummar 129, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi av teimum 195 londunum, sum eru á FIFA listanum.

Hópurin
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Eyðgerð Berg, víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Hoydal, AaB (Danmark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder