A-landsliðið hjá kvinnum hevur tríggjar dystir eftir í ár, og teir eru allir á útivølli. Fyrsta uppgávan á skránni er á Rodney Parade í Newport, har Wales tekur ímóti. Meira enn eitt ár er gingið, síðan liðini hittust á Tórsvølli í fyrsta dystinum í inniverandi undankapping. Tá var Wales greitt omaná og vann dystin við seks málum móti ongum.
Tað er tí ein stór uppgáva, sum stendur fyri framman hjá kvinnunum, og sambært John Petersen, landsliðsvenjara ræður um at byggja víðari uppá góðu royndirnar frá dystunum í september, har serliga føroyska avrikið móti Hvítarusslandi var góðkent.
– Hópurin er framvegis samansettur av nógvum ungum spælarum, sum hava fingið ein størri leiklut á liðnum hesumegin koronasteðgin, men ímóti Hvítarusslandi vístu tær veruliga, at tær eru klárar og fúsar at taka ábyrgd saman við okkara meira royndu leikarum. Arbeiðsinnsatsurin var góður, og nú ræður um hjá okkum at byggja uppá, soleiðis at vit eisini fáa meira kvalitet í okkara spæl, sigur John Petersen.
Hópurin móti Wales er í stóran mun tann sami sum í teimum báðum seinastu dystunum, burtursæð frá málverjunum, har bert ein gongur aftur. Hvørki Eyðgerð Mikkelsen ella Olga Fríðunn Olsen eru tøkar hesaferð, og ístaðin hevur venjarin sent boð eftir Valborg Østerø úr B36 og Moniku Biskopstø, sum spælir við AaB í Danmark. Harumframt er Olga Kristina Hansen, sum ikki var tøk til teir báðar seinastu dystirnar, við aftur til dystin í Wales.
Hópurin móti Wales er hesin:
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Monika Biskopstø, AaB (DK)
Birita Ryan, KÍ
Marita á Fríðriksmørk, ÍVB
Elisabeth Vang, B36
Unn Hvidbro, NSÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, HB
Margunn Lindholm, NSÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)
Kára Djurhuus, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB
Mona Rasmusdóttir, ÍVB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Heidi Sevdal, NSÍ
Dysturin millum Wales og Føroyar verður spældur 22. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald