Fótbóltur

Hópurin til dystin móti Ungarn úttikin

Talan er um tjúgu kvinnur úr átta ymiskum feløgum, ið skulu við til Ungarn tíðliga í apríl.

Føroyar vunnu 1-0 á Gibraltar í venjingardysti í februar (Mynd: Bjarni Enghamar)

Føroyar vunnu 1-0 á Gibraltar í venjingardysti í februar (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-03-16 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 8. apríl tekur A-landsliðið hjá kvinum HM undankappingni uppaftur við útidysti móti Ungarn í Budapest.

Í hesum sambandi hevur landsliðsvenjarin, Lene Terp, í dag sent boð eftir 20 spælarum til dystin, sum verður spældur á Szusza Ferenc Stadion í Budapest.

Hópurin til dystin:
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Rúna Jacobsen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Norra)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

Dysturin móti Ungarn er seinasti útidysturin hjá kvinnulandsliðnum í hesari undankappingini. Tveir heimadystir móti ávíkavist Ukraina og Skotlandi eru á skránni í september.

Kelda: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder