Fótbóltur

Hørður Askham fekk fyrstu minuttirnar í Roskilde

Landsliðsleikarin kom inn móti endanum tá FC Roskilde tapti 2-1 móti AC Horsens. Hørður var millimetrar frá at javna.

Hørður Heðinsson Askham (Mynd: FC Roskilde)

Hørður Heðinsson Askham (Mynd: FC Roskilde)

2024-08-20 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdust til nakrar minuttir móti endanum í fyrsta dystinum hjá Hørði Askham fyri FC Roskilde.

Skiftið frá Akademisk Boldklub í triðbestudeildini til FC Roskilde í næstbestu donsku deildini varð kunngjørt í síðstu viku, og Hørður Askham varð á beinkinum í kvøld, tá AC Horsens var á vitjan.

Støðan var 2-1 tá Hørður Askham kom inn í 87. minutti. Sambært Bold.dk var havnarmaðurin millimetrar frá at tryggja FC Roskilde útjavnanandi málið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afutrat.

Tað hendi tó ikki, og FC Roskilde hevur framvegis einki stig eftir seks dystir.

Tveir aðrir føroyingar hava eisini spælt dyst í næestbestu deildini. Adrian Justinussen og Daniel Johansen spældu allar 90 minuttirnar tá Hillerød var á vitjan hjá Hvidovre IF. Hetta var fyrsti dysturin hjá Daniel Johansen í landskappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder