Stóra tilgongdin til bæði Neistan og føroyskan hondbólt er gleðilig, men setur eisini størri krøv til felagið – bæði í mun til menning, trivnað og umsiting. Neistin er millum størstu hondbóltsfeløg í landinum, og seinasta kappingarár hevði Neistin nærum 600 leikarar á 59 liðum frá U6 til vaksnamannadeildirnar. Av hesum leikarum eru umleið 500 fødd í 2007 ella seinni
Hetta staðfestir Neistin í sambandi við, at felagið hevur sett enn ein persón - tann triðja í fulltíðarstarv.
Talan er um Hóra Reginsson, sum er settur í starv sum barna- og ungdómsvenjari hjá Neistanum.
Hóri byrjar eftir summarfrítíðina í fulltíðarstarvi við ábyrgd fyri venjingum hjá U8-U14. Hann fer saman við Scott Harrington, høvuðsungdómsvenjara, at skipa og menna venjingarnar hjá hesum aldursbólkum.
Scott Harrington er eisini høvuðsvenjari hjá mansliðnum og er í starvi hjá Neistanum. Tað er afturvendi Rói Berg Hansen eisini: Spælari á besta liði barndómfelagsins, kropsligur venjari, og verður námsfrøðingurin eisini hondbóltsvenjari hjá ungum Neistaspælarum.
Sí eisini: Rói Berg Hansen heim til Neistan í fulltíðarstarv
.- Neistin skal vera eitt trygt og gott frítíðartilboð til børn og ung í Havn. Tí er umráðandi, at vaksin eru til staðar í høllini, tá børnini koma úr skúla og savnast um hondbóltin – bæði til venjing og spæl.
Tí hevur Neistin seinastu árini miðvíst arbeitt við at styrkja venjarahópin, venjingarumstøðurnar og umsitingina av felagnum, er staðfestingin.
- Við setanini av Hóra Reginssyni tekur Neistin enn eitt stig í arbeiðinum at menna eitt sterkt og trygt barna- og ungdómsumhvørvi, har børn og ung fáa bestu møguleikar at trívast og mennast – bæði sum hondbóltsspælarar og menniskju.
Hóri Reginsson er sjálvur uppvaksin í bláa høvuðsstaðarfelagnum og hevur seinastu árini spælt við besta mansliðnum.
![]()
Hóri Reginsson í dysti móti VÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald