Fótbóltur

Horsens leingir sáttmálan vil Hall Hansson

Men felagið vil gjarna selja føroyska landsliðsleikaran til eitt størri felag.

Hallur Hansson í landsdysti móti Kosovo (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Hansson í landsdysti móti Kosovo (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-04 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsleikarin Hallur Hansson, og danska superligafelag hansara, AC Horsens, eru samd um at leingja samstarvið fram til endan av 2021.

Hallur Hansson hevur verið stóri profilurin á danska liðnum síðan hann kom til felagið úr Vendsyssel FF á sumri 2016. Herfyri varð hann valdur til ársins leikara í felagnum.

Danska fótbóltstíðindasíðan bold.fo skrivar í dag, at Hallur og Horsens nú hava longt sáttmálan til endan av 2021.

Hallur Hansson hevur ongantíð fjalt, at hansara ambisjónir røkka longri enn til eitt miðalgott danskt superligafelag, og tí hevur tað tikið eitt sindur av tíð at fáa semjuna í lag um leinging av sáttmálanum.

- Eg havi tað ordiliga gott í AC Horsens. Her eru góð fólk á og rundan um liðið og ikki minst ein dugnaligur venjarahópur við Bo Henriksen á odda, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá felagnum.

Og alt bendir á, at Hallur hevur fingið lyftir um, at felagið ikki fer at muta ímóti, um hann fær eitt tilboð frá einum størri felag.

Tað váttar venjarin, Bo Henriksen, fyri bold.dk. Tíðindasíðan skrivar, at venjarin framvegis hevur vónir um, at ein søla av Halli kann geva felagnum fitt av inntøku.

- Sjálvandi vildu vit leingja við Hall, nú hann bert hevði eitt hálvt ár eftir avsáttmálanum. Vit eru eisini errin av, at hann trýr upp á okkum, og hevur longt.

- Hallur er ein dugnaligur spælari, ágrýtin og ein íblástur fyri okkun øll, og vit skulu saman arbeiða fyri, at hann kann taka tað næsta stigið og gerast áhugaverdur fyri størri felag í hesum sáttmálaskeiðinum.

- Hann hevur verið ein framúrskarandi spælari fyri okkum, men eg eri ikki í iva um, at hann hevur evni til nógv meira, sigur Bo Henriksen sambært bold.dk.

Hallur Hansson er við í føroyska landsliðshópinum, sum fríggjakvøldið skal spæla móti Spania á Tórsvølli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder