Hondbóltur

Hotel Djurhuus verður stórstuðul hjá HSF

Avtalan, sum Hondbóltssamband Føroya og Hotel Djurhuus skrivaðu undir herfyri, er galdandi fyri 2023, 2024 og 2025.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2023-06-19 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hondbóltssamband Føroya og Hotel Djurhuus hava skrivað undir stuðulsavtalu, og harvið m.a. ein av sjónligu stuðlunum á øllum klæðunum hjá landsliðunum.

Avtalan er galdandi fyri 2023, 2024 og 2025, skrivar HSF í tíðindaskrivi.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini hjá HSF, var herfyri saman saman við landsliðsleikarunum Guðrið á Borg og Janu Mittún niðri á Hotel Djurhuus og vitjaði, har sáttmálin varð undirskrivaður saman við Rúna Djurhuus, eigara, og Jenny í Heiðunum, stjóra.

– Vit hava havt eitt serstakliga gott samstarv við Hotel Djurhuus seinastu árini, har okkara A-landslið gista, tá tey spæla á heimavølli. Tað er týdningarmikið, at okkara fremstu ítróttafólk fáa góða hvíld og frið upp til týdningarmiklar uppgávur og hava okkara landslið fingið hetta á Hotel Djurhuus, sigur Gunn Ellefsen.

Rúni Djurhuus og Jenny í Heiðunum siga seg eisini vera ógvuliga fegin um avtaluna.

– Vit eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu gera okkara til at bera hondbóltin og føroysku landsliðini fram og at kunna herberga økta virkseminum hjá HSF. Landsliðini eru millum bestu sendifólk Føroya og eru vit fegin um at leggja lon til hesi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder