Fótbóltur

Hótta við verkfalli

Dómarar í Betri Deildini siga seg hava verið fyri nógvum niðrandi ákoyringum.

Venjarin hjá B36 er m.a. komin við atfinningum um dømingina í dystinum millum HB of B36 28. september. Her sæst Jens Berthel Askou, venjari hjá HB og Kári á Høvdanum, dómari (Mynd: Sverri Egholm)

Venjarin hjá B36 er m.a. komin við atfinningum um dømingina í dystinum millum HB of B36 28. september. Her sæst Jens Berthel Askou, venjari hjá HB og Kári á Høvdanum, dómari (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-07 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dómararnir í Betri Deildini hava hótt við verkfalli, um niðrandi ákoyringar frá bæði venjarum og leikarum ikki halda uppat.

Sambært Dimmalætting halda dómarar seg hava fingið nógvar niðrandi ákoyringar omanyvir seg í ár. M.a. verður nevnt, at venjarin hjá B36, Jákup á Borg, fanst at dømingini hjá Kára á Høvdanum eftir dystin móti HB í farnu viku.

Dómarar og dómarafelagið hava sent eina kæru til Kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder