Í døgunum 5.-11. august verður U17-landsliðskapping í fótbólti í Tórshavn. Átta lið fara at luttaka í kappingini.
Landsliðini sum luttaka eru Føroyar, Danmark, Íslands, Svøríki, Noreg, Finnlands, Norðurírland og Kina.
- Hetta er árliga NM kappingin. Tað eru norðurlond, sum skipa fyri og luttaka í kappingini. Hvørt ár verða so tvey onnur lond bjóðaði at luttaka, sigur Andrass Thomsen, landsliðsfyriskipari hjá Fótbóltssambandinum.
NM kappingin er hvørt ár, og londini skiftast til at verða vertur. Í ár er tað so Føroyar sum eru vertur.
Kappingin er skipað soleiðis, at tey átta landsliðini eru býtt í tveir bólkar. Tey spæla móti hvør øðrum eina ferð, t.v.s. hvørt liðið spælir tríggjar dystir í bólkaspælinum. Síðani verður spælt um endaligu plássini, soleiðis at vinnararnir av bólkinum spæla finalu, nummar 2 í bólkunum spæla um triðja plássið o.s.fr.
Føroysku dreingirnir eru í bólki við Íslandi, Noregi og Kina. Fyrsti dysturin hjá føroyska landsliðinum er móti Íslandi 5. august. Síðani spæla teir ímóti Noregi 7. august, og Kina 9. august.
Kappingin er eisini ein góður møguleiki hjá føroysku leikarunum at vísa seg fram.
- Vit vænta at talentleiðarar koma til dystirnar. Fleiri hava sett seg í samband við okkum um at koma hendan vegin. Talan er um talentleiðarar frá nøkrum av teimum størru feløgunum í Evropa, sigur Andrass Thomsen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald