Hondbóltur

Hoyvíkingar hóma gullveitslu í kvøld

H71 skal vinna eina finalu afturat móti Kyndli. FM1 sigur frá triðja dystinum, sum verður í Hoyvík klokkan 19 - til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum.

H71 vendi fyrstu finaluni og vann síðani sannførandi í finalu nummar tvey (Mynd: Sverri Egholm)

H71 vendi fyrstu finaluni og vann síðani sannførandi í finalu nummar tvey (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-25 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Her er einki liðugt, og vit hugsavna okkum fult út um triðju finaluna.

Hetta var partur av boðskapinum hjá Tóraldi Kollsker og Peter Krogh, sum Portalurin tosaði við eftir sjey-máls sigurin hjá H71 á Hálsi mikukvøldið

Sí eisini: H71 køvdi Kyndil á Hálsi - beina kós móti FM

Kyndil var á odda størsta partin av fyrstu finaluni, fyri viku síðani, og tað var 6-1 til heimaliðið á Hálsi eftir níggju minuttir í aðru finaluni.

Men hoyvíkingar hava vunnið báðar finaluna. Samanlagt var munurin stórur mikukvøldið, og tískil kann vera torført at ímynda sær, at Kyndil kann gera nakað við H71 í Hoyvík í kvøld.

[object Object]
H71 hevði gott tamarhald á Tobias Thisen og álopsspælinum hjá Kyndli seinastu 50 minuttirnar í aðru finaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Men hetta er ein púra nýggjur dystur, og nú hevur Kyndil sum so einki at missa - hóast teir í grønum framvegis verja FM-heitið. Tað kann eisini gerast ein gysari sum fyri viku síðani. 

H71 fer eftir greipuni og fjórða FM-gullinum á manssíðuni seinastu fimm árini. Um 20.30 kann ein gullveitsla vera byrjað í Hoyvík.

Dysturin byrjar klokkan 19. Tormóður Peturson Djurhuus og Teitur Joensen siga frá dystinum á FM1 - til ber eisini at fylgja gongdini í triðju finaluni ovast á Portalinum.

Lurta eftir FM1 her

Meira tilfar á síðunum í kvøld

Triðja FM-finalan hjá monnum
Leygardagin 25. apríl - høllin
19.00: H71 (2) - Kyndil (0)

- Tríggir finalusigrar skulu til fyri at tryggja FM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder