Hondbóltur

Hoyvíkingar skifta úr StÍF til Neistan

Jógvan Andreas Lamhauge, Jón Eyðunsson Midjord og Ingi Johannesen hava nakað av royndum úr bestu deildini og frá ungdómslandsliðunum.

Jógvan Andreas Lamhauge, Jón Eyðunsson Midjord og Ingi Johannesen hava gjørt avtalu við Neistan fyri kappingarárið 2026/2027 (Mynd: Neistin)

Jógvan Andreas Lamhauge, Jón Eyðunsson Midjord og Ingi Johannesen hava gjørt avtalu við Neistan fyri kappingarárið 2026/2027 (Mynd: Neistin)

2026-06-18 18:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neistin hevur í dag kunngjørt trýfaldan styrk til Burn-hópin.

Talan er um tríggjar spælarar, sum koma úr Hoyvík og hava seinasta kappingarár spælt við StÍF. Hóast teir eru ungir, hava teir royndir bæði úr bestu deildini og frá ungdómslandsliðunum.

Jógvan Andreas Lamhauge, Jón Eyðunsson Midjord og Ingi Johannesen hava gjørt avtalu við Neistan.

- Við Jógvani Andreas, Jón og Inga fær Neistin tríggjar dugnaligar leikarar, sum styrkja hópin. Teir koma við góðum hugburði og vilja mennast sum leikarar. Hetta hóskar væl til Neistan og tað arbeiðið, sum verður gjørt á manssíðuni, skrivar felagið.

Hoyvíkingarnir hava allir hava aldur til U20-landsliðið sum skal til EM-endaspælið. Teir spæla á ymiskum plássum:

Jógvan Andreas er ein arbeiðssamur og gløggur spælskipari. Jón er sterkur á strikuni og í verjupartinum, meðan Ingi Johannesen er málverji, sum styrkir liðið við sínum royndum og góða hugburði, lýsir Neistin nýggju spælararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder