Hoyvíkskvinnur hildu fast í leiðsluni og tóku steypið við til Hoyvíkar aftur

Neistin hekk í allan dystin, men sera gott spæl í málinum frá Vár Thomsen og stríðsvilji frá serliga Duritu Toftum vórðu til endans avgerðandi fryi H71.

H71 vann steypafinaluna annað árið á rað - munurin var tvey mál (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 vann steypafinaluna annað árið á rað - munurin var tvey mál (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-20 19:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í februar í fjør gjørdist talan um eina sera spennandi kvinnufinalu, og eins og í fjør vóru hoyvíkskvinnur omaná. 

H71 var á odda so at siga allan dystin. Tá eitt korter var leikt hevði Neistin bert fingið trý mál, og munurin var fimm mál. Durita Toftum og Lív Zachariassen spældu sera væl í miðverjuna, og tann síðstnevnda hevði gott tamarhald á Marjuni Danberg. Marjun og Neistin komu tó í gongd aftur, og eina løtu fekk verjan og málverjin hjá Neistanum næstan eisini stongt av.

Myndir: H71 - Neistin

Hoyvíkskvinnur sluppu ongnatíð av álvara avstað í 2. hálvleiki. Margit Weyhe Frimundsdóttir spældi seg veruliga heita í røttu løtuni, so at Neistin fekk nærkast H71, og at tað gjørdist heilt spennandi ímóti endanum. Hoyvíkskvinnur fingu ilt av at koma inn ímóti Nestaverjuni, og tá H71 uppá eina lítla løtu fekk tvær útvísingar, og munurin var tvey mál, sá tað út sum, at Neistin hevði heilt góðan møguleika at fáa minst longda leiktíð. Men so tók Vár H. Thomsen brotskast frá Fríðu á Dunga við frálíkari fótparadu. Hon hevði havt nakrar góðar bjargingar í løtuni áðrenn, og tað var hetta sum tryggjaði, at H71 ikki mist leiðsluna.

[object Object]
Vár Thomsen verður heiðrað sum dagsins leikari. Hon hevði tólv bjargingar og nakrar vóru sera umráðandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hon var á eitt mál, tá farið var undir síðsta hálva minuttin. Armurin var uppi, hoyvíkskvinnur fingu ikki mál, men bólturin datt út aftur. Har stríddist Durita fyrimyndarliga væl fyri at fáa fatur á bóltinum, og hóast skotið rakti Margit, so sníkti bólturin seg í málið. 22-20, Vár bjargaði í hinum endanum, og so var liðugt.

H71 endurvann steypið, og samanlagt var sigurin uppiborin. Tær á Neistanum stríddust heilt væl, og serliga Marjun Danberg gekk á odda við átta málum og góðum verjuatgerðum. Maria Halsdóttir Weyhe skoraði eisini átta mál. Spælskiparin hjá H71 vísti aftur vegin við millum annað at skora trygt uppá øll fimm brotskøstini hjá nú tvífaldu steypavinnarunum. 

Myndir: H71 endurvann steypið

Faxe Kondi finalan hjá kvinnum 
Høllin á Hálsi 20.02
H71 - Neistin  22-20 (9-12)

Dystargongdin 
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 8-3
20 min: 8-6
25 min: 10-7

35 min: 14-11
40 min: 16-14
45 min: 18-15
50 min: 19-18
55 min: 21-19

Málskjúttar: 
H71
Maria Halsdóttir Weyhe 8 (5)
Marita Mortensen 5
Jana Mittún 3
Durita Toftum 2
Elisabeth Simonsen 2
Christina Arge 1
Lív B. Zachariasen 1

Neistin

Marjun Danberg 8
Fríða Dungá 5 (1)
Ingun Kristina Persson 4
Sólbjørt Høj 3

Bjargingar: 
H71: Vár H. Thomsen 12, Rúna J Larsen 5
Neistin: Margit Weihe Frimundsdóttir 12

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder