Hondbóltur

HSF: Kappingarárið er endað

Hetta merkir, at eingin føroyameistari verður funnin í SMS- og Okkara-kappingunum kappingarárið 2019/2020.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-18 17:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Hondbóltsamband Føroya boðar í skrivi á heimasíðuni frá, at Hondbóltssambandið hevur gjørt av at enda SMS- og Okkara-kappingarnar. Í skrivinum boðar Hondbóltssamband Føroya frá, at hetta merkir at eingin føroyameistari verður funnin kappingarárið 2019/2020.

Hondbóltssambandið hevur annars lagt nógv fyri at fáa SMS- og Okkara-kappingarnar avgreiddar og hevur m.a. gjørt nógv burturúr, í samráð við feløgini, at tillaga kappingarnar soleiðis, at tær kundu verða avgreiddar forsvarliga, um so var, at hetta fór at verða mett at verða ráðiligt innanfyri eitt rímiligt tíðarskeið.

Aftaná at politiska skipanin áðrenn páskir mælti til, at kappingar í m.a. hondbólti kunnu byrja aftur 9. mai, vendi Hondbóltssambandið sær sum avrátt til Corona-ráðgevingina við einum uppskoti til mannagongd til, hvussu venjingar og dystir kunnu verða lagdir til rættis. Hondbóltssambandið skilir svarið frá Corona-ráðgevingini soleiðis, at tað undir núverandi umstøðum verður frámælt, at hondbóltsvenjingar og dystir verða fyriskipað tær næstu vikurnar.

Vísandi hertil og til, at Hondbóltssambandið áður hevur sett 31. mai sum evsta mark fyri, nær SMS- og Okkara-kappingarnar skuldu verða avgreiddar, hevur Hondbóltssambandið avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar 2019/2020. Skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder