Hondbóltur

HSF og feløgini hava gjørt samstarv við XPS Network

Øll feløgini í fremstu deildunum fáa nú sínar dystir kliptar og greinaðar, og fáa tey samstundis atgongd til amboðini og hagtølini í XPS Network. Talgildi greiningarpallurin hevur verið eitt umráðandi amboð í væleydnaða landsliðsarbeiðnum seinastu seks árini.

Við nýggja amboðnum ber millum annað til at síggja, at Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin) hevur flest upplegg pr.d dyst í SMS-deildini higartil, og at H71 skorar flest mál uppá kontra (Mynd: Sverri Egholm)

Við nýggja amboðnum ber millum annað til at síggja, at Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin) hevur flest upplegg pr.d dyst í SMS-deildini higartil, og at H71 skorar flest mál uppá kontra (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-04 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðssamskiparin hjá HSF, Mark Lausen-Marcher, sigur við heimasíðuna sidelinesports, at XPS Network hevur verið ein stór hjálp hesi árini, har føroysku hondbóltur hevur fingið nógv stór úrslit.

Nú hava tey átta liðini í bestu mansdeildini tey sjey í bestu kvinnudeildini atgongd til talgilda greiningarpallin og videoskipanina hjá fyritøkuni.

- Nýggja avtalan inniber, at øll feløgini í fremstu deildunum fáa sínar dystir kliptar og greinaðar og fáa feløgini samstundis atgongd til amboðini í XPS Network

Soleiðis skrivar hsf.fo og ger greitt at við skipanini er nemt at greina dystarstøður og at trekkja hagtøl úr skipanini.

Sum dømi verður nevnt, at tað higartil í kappingini er Neistin, sum hevur gjørt flest mál uppá kontraálop, meðan tað í SMS deildini er H71.

Nikola Kedzo hjá Team Klaksvík og Maria Pálsdóttir Nólsoy hava flest assist pr. dyst -  6 í tali.

Flest mál uppá langskot pr. dyst hava ávikasvist Nikolai Bliznov hjá Team Klaksvík og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ávikavist 4,5 og 4,8 í talið. 

Eisini ber til at síggja hagtøl yvir tekniskar villur, bjargingar o.s.fr.

Talan er um fyritøku, ið hevur pallar til ymsan ítrótt. Millum annað fótbólt, og FSF og fleiri feløg í Føroyum nýta XPS Network fast. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder