Alifyritøkan Mowi verður stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya í tvey ár afturt.
Mowi og HSF hava nevniliga longt stuðulsavtaluna, og verður Mowi sostatt stórstuðul hjá HSF eisini í 2024 og 2025.
Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 10 árini, og vóru teir ein av fyrstu fyritøkunum, sum komu inn og vildu stuðla framsøknu ætlanunum í hondbóltinum, skrivar heimasíðan hjá HSF.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, hittust herfyri á høvuðsætinum hjá Mowi á Heygsstøð á Strondum, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður.
– Tað hevur verið hugtakandi, at síggja ein felagsskap seta sær høg, framsøkin mál, og við at standa saman og stuðla undir fæ, so ber til at røkka málum innan lutfalsliga stutta tíð. Hetta endurspeglast nú vit kappast við heimsins fremstu hondbóltstjóðir, sigur Hans Jákup Mikkelsen í viðmerking til nýggja sáttmálan.
Sambært Gunn Ellefsen roynir HSF leypandi at styrkja um grundvøllin undir felagsskapinum.
– Hetta er lættari, tá tað gongur væl, meðan tað skal meira arbeiði til, tá ein er ávegis. Mowi hevur verið stuðul hjá HSF nú í 10 ár, og er tað hent ótrúliga nógv hesi árini, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald