Keypmannahavn, Danmark (Portalurin) - Tað ynski, ið so mangir føroyingar høvdu fyri dystin í Parkini í gjárkvøldið gekk út - tað eydnaðist at skora móti dønum sum tað fyrsta liðið í undankappingini, og vit fingu eina serstaka løtu. Hon verður seint gloymd, og føroyskir fjepparar settu sín serliga dám á.
Tað sá út til, at vit høvdu havt okkara heilt stóra møguleika at gera tað, sum droymt varð um, og at danir vóru slopnir við skrekkinum. Eftir eina langa tunga løtu í verjustøðu var føroyska liðið komið longur niðan á vøllin og trýsti donsku leikararnir væl, og so fingu vit fatur á bóltinum í vinstru. KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen hevur havt eitt sera gott kappingarár og spældi í gjárkvøldið sín besta undankappingardyst fyri landsliðið. Hann svingaði vinstra beinið, og sum vit so ofta fyrr hava sæð, so hevði Klæmint Andrasson Olsen funnið pláss beint aftanfyri ein mótstøðuleikari. Áleyparin kom væl uppfrá, møtti bóltinum, men fekk ikki stýrt honum framvið Kasper Schmeichel. Og hetta hevði heldur eingin megnað frammanundan í hesari HM-undankappingini.
Men bert lítla løtu seinni eydnaðist tað:
Innkast í høgru frá Hera Hjalt Mohr, Tróndur Jensen legði væl av til Hall Hansson, ið helt væl fast í bóltinum og fann Hera aftur. Innskifti vongbakkurin spældi hart nakað inn móti miðjuni til Jákup, ið nú hevði funnið pláss í áleið sama økið sum áður - bara í høgru. Innleggið var lægri og meira mitt fyri, men aftur var áleyparin úr NSÍ til reiðar og stýrdi bóltinum væl afturum seg - uppum Simon Kjær og framvið Schmeichel - til 2-1.
Klæmint hevði ryggin til danska málið, men megnaði kortini at finna longra málhornið. Talan er um "rættan áleypara", og tá málrevurin úr Rituvík hevði fingið netið aftanfyri Schmeichel at flyta seg, vóru ein rúgva av ymsum kenslum vaktar inni í Parkini og aðrastaðni.
(Mynd: EPA)
Tað var “ekstasa” hjá føroyingum, sum Hørður Askham lýsti tað fyri Portalinum í samrøðu nakað eftir dystin. - Ein fantastisk løta, sum vit sjálvandi skuldu njóta, segði Jákup Biskopstø Andreasen, ið legði upp til eitt mál fyri fyrstu ferð í landsliðshøpi – Ein ótrúlig og stór løta segði málskjúttin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald