Aftaná ein óynsktan steðg í tvey ár, eru ungu Hvirlurnar aftur klárar við vælumtóktu Stuttleikum.
Leikirnir, ið sóu dagsins ljós dagin eftir Tórsbreyt varð tikin í nýtslu í 2008, hava sostatt 14 ár á baki. Leikirnir hava á hvørjum ári verið vælvitjaðir av ídnum og spentum børnum, skrivar HVirlan í tíðindaskrivi.
Hetta eru leikirnir, har børnini sleppa at royna seg á 60m teininum, bóltkasti og longdarlopi. Samstundis, sum tey læra seg at hugsavna seg um egin úrslit, við at niðurskriva úrslitini á skreytblað, ið tey fáa útflýggjað á staðnum og sum tey kunna taka við til næstu Stuttleikir fyri at samanbera úrslitini, sleppa tey at hava tað stuttligt og knýta saman vinarbond.
– Í Hvirluni vita vit, at íðkarir, ið hugsavna seg um egna menning frammum at kappast ímóti øðrum, í longdini mennast betri og skapa sær betri úrslit. Hetta er nakað av tí Hvirlan vil, ynskir og stendur fyri, at íðkarir okkara mennast í einum mennandi og stimbrandi umhvørvi og hava tað stuttligt saman. Eitt felag, har øll skulu føla seg vælkomnan, skrivar Hvirlan.
Stuttleikir eru fyri øll børn í landinum. Teir eru á Tórsbreyt, mánadagin 6. juni, 2. hvítusunnudag, frá klokkan 13 - 15.
Allir luttakarir fáa egið skreytblað, og tey, ið gjøgnumføra, fáa heiðursmerki.
Tilmelding á www.atgongurmerki.fo ella á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald