Annað

Hvítravnur BJJ ger føroyska søgu á Danish Open

Føroyska Jiu-Jitsu felagið Hvítravnur kom heim við ikki færri enn fimm gull-, fimm silvur- og tveimum bronsuheiðursmerkjum.

2025-04-28 07:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska Jiu-Jitsu felagið, Hvítravnur BJJ, hevur skrivað eitt nýtt og søguligt kapittul við teirra luttøku í eini av størstu kappingunum í Skandinavia – Danish Open. Hetta er eitt stórt stig framá fyri ítróttagreinina í Føroyum og vísir, at føroyskir íðkarar megna at kappast uttanfyri landoddarnar.

Framgongd og visjónir í Hvítravni BJJ
Hvítravnur BJJ, stovnað í 2024, hevur frá byrjan sett sær fyri at breiða út kunnleika um Brasilskt Jiu-Jitsu í Føroyum og skapa góðar karmar fyri bæði nýbyrjarar og royndar íðkarar. Við venjingum, sum fevna frá grundvenjing til sjálvverjuskeið, hevur felagið víst eina ótrúliga menning.

Formaðurin, Martin Golightly, greiddi frá, at felagið byrjaði við einans seks limum, men við miðvísum arbeiði og øktum áhuga fyri ítróttagreinini telur felagið í dag yvir 50 limir. Eitt av høvuðsmálunum hjá felagnum var at skapa eitt kappingarlið, ið kundi kappast uttanlands, og farna vikuskiftið gjørdist hetta veruleiki.

Føroyar á altjóða kortið
Hvítravnur BJJ luttók í Danish Open, sum er størsta kapping av sínum slag í Skandinavia, har uml. 1.000 íðkarar úr 48 feløgum kappaðust. Kappingin, ið var hildin í Hillerød, Danmark, er skipað í tveir bólkar – GI og No-GI – har íðkarar dystast sambært teirra beltabygnaði og aldri.

Hóast hetta var fyrsta altjóða royndin hjá Hvítravni, vístu íðkararnir Levi Jakobsen, Svein Patursson, Pætur Weihe Simonsen og Vanessa Magana eitt ótrúligt tekniskt støði. Tey skaptu ans millum fyriskiparar og áhoyrarar, sum vórðu tiknir á bóli av úrslitunum hjá føroyska liðnum móti meira royndum feløgum.

Ein søgulig medaljuveitsla
Hvítravnur kom heim við ikki færri enn fimm gull-, fimm silvur- og tveimum bronsuheiðursmerkjum. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur BJJ-íðkari vinnur gull í eini altjóða kapping, og hetta avrikið staðfestir teirra evnir at hevja føroyska Jiu-Jitsu upp á hægsta stigi.

Somuleiðis vann felagið eitt silvursteyp sum næstbesta ítróttafelag í bólkinum No-GI. Hetta er ikki bara eitt stórt persónligt avrik hjá felagnum, men eisini ein nýggjur søguligur heiður fyri føroyskan ítrótt. Ongantíð fyrr hevur eitt føroyskt ítróttafelag fingið slíkan altjóða heiður í Brasilskum Jiu-Jitsu, og hetta setur eitt týðandi spor í føroysku ítróttasøguni.

Eydna og framtíðarætlanir
Martin Golightly, ið eisini er venjari, var rørdur av avrikinum:

– Hetta var okkara fyrsta altjóða kapping, og eg hevði ikki droymt um, at vit fóru at fáa so góð úrslit. Eg eri ómetaliga stoltur av okkara íðkarum og teirra innsats.

Hann leggur aftrat, at felagið nú fer at arbeiða við at fáa fígging til næstu altjóða kapping.

– Vit vilja tryggja, at fíggjarliga støðan hjá íðkarunum ikki avmarkar teirra møguleikar. Við góðum stuðli, kunnu vit geva fleiri møguleikan at luttaka uttanlands, sigur Martin.

Við hesum søguliga avriki hevur Hvítravnur BJJ víst, at Føroyar eru ein partur av altjóða Brasilianska Jiu-Jitsu-pallinum, og framtíðin sær bjart út fyri felagið og ítróttagreinina í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder