placeholder
Hondbóltur

Hvørki Herrem ella Nora Mørk við Noregi til EM í Fraklandi

Hondbóltur: Norski hópurin til EM-kappingina fyri kvinnur er kunngjørdur í dag.

Camilla Herrem (Savnsmynd: EPA)

Camilla Herrem (Savnsmynd: EPA)

2018-11-06 13:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein at føstu stuðlunum til stórar endakappingar við norska kvinnulandsliðnum, Camilla Herrem, verður ikki við á norska landsliðnum, tá farið verður undir EM-kappingina fyri kvinnur í Fraklandi um mánaðarskiftið.

Hetta er fyrstu ferð síðan OL í Beijing í 2008, at sterki vongleikarin ikki verður við til eitt av stóru endaspølunum.

Eftir eitt skeið uttan fyri Noreg, flutti Camilla Herrem í fjør heim at spæla fyri barndómsfelagið Sola HK, men tey fluttu niður í næstbestu deildina. Hon hevur eisini verið við barn og føddi ein son í juli, og tað hevur heldur ikki økt um møguleikan fyri at koma á landsliðið.

Í hennara stað er Thea Mørk vald.

- Vit hava roynt at leggja allar kenslur til viks í sambandi við úttøkuna, og í løtuna stendur Thea sterkari, segði norski landsliðsvenjarin Þórir Hergeirsson við NRK í sambandi við úttøkuna.

Thea Mørk er tvíburðasystir ta meiri kendu Nora Mørk, sum heldur ikki verður við orsaka av skaða.

Camilla Herrem hevur spælt 226 dystir og skorað 600 mál fyri Noreg síðan hon spældi sín fyrsta landsdyst í 2006.

Thea Mørk hevur ikki verið við til endaspæl fyrr, og er einans skrásett fyri 14 landsdystir. Fyrr í ár flutti hon úr Larvik til Danmarkar at spæla fyri København Håndbold.

Norski hópurin til EM-kappingina er hesin: Katrine Lunde, Silje Solberg, Stine Bredal Oftedal, Sanna Solberg, Veronica Kristiansen, Kari Brattsett, Amanda Kurtovic, Marit Røsberg Jacobsen, Vilde Ingstad, Heidi Løke, Marta Tomac, Emilie Hegh Arntzen, Henny Reistad, Malin Aune, Linn Jørum Sulland, Thea Mørk.

Noreg er komin í innleiðandi bólk saman við Rumenia, Týsklandi og Kekkia. Tær spæla fyrsta dystin móti Týsklandi 1. desember. 

[object Object]Nora og Thea Mørk eru tvíburðar, og hava spælt onkran landsdystin saman. Til EM-kappingina verður bert tann minni kenda Thea (t.h.) við í norska hópinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder