Hetta vikuskiftið luttaka fýra íðkarar hjá taekwondofelagnum Hwarang Føroyar í norðurlendskari kapping í Oslo.
Fýra íðkarar eru ávegis til norska høvuðsstaðin fyri at luttaka í. Nordic Taekwondo Championship 2025.
– Kappingin gevur íðkarunum hjá felaganum møguleika, at kempa á hægsta stigi í Norðanlondum og vónadi vísa hvat føroyingar kunna innan Taekwondo kampítrótt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
– Íðkarnar hjá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at kempa, og tí er hesin túrur sera mennandi og læruríkur.
Teir fýra, sum skulu umboða Hwarang Føroyar í Oslo, eru Jónar Kristiansson Poulsen (41 kg Kadet), Stefan Saviour (45 kg Kadet), Jerrold Balagasay (45 kg Junior), og Artur Helgason Højgaard (63 kg Junior).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald