2022-06-19 10:47
Vegna veður varð neyðugt at útseta árligu kappríðingina við Leynavatn, sum skuldi vera í gjár, men í dag eru fortreytirnar munandi betri.
Tí hevur nevndin í Føroya Ríðingarfelag avgjørt, at kappríðingin verður seinnapartin í dag – við tí fyrivarni, at startdómari og dómsnevnd góðkenna breytina, skrivar Ríðingarfelagið.
Kappríðingin byrjar klokkan 15. 36 fara at kappast. Kappast verður í skeið, tølt, trav, og tvíspor.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald