Annað

Í Klaksvík riggaði betri

Eini 150 fólk hugdi eftir Íslandi og Nigeria á stórskíggja.

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

2018-06-22 19:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á trappuni í Vágsbotni máttu tey víkja fyri regni og vindi, men øðrvísi var í Klaksvík. Í Norðoyggjum hevur verið gott veður í dag.

Norðlýsið skrivar, at eini 150 fólk vóru møtt upp eystanfyri kappróðrarneysti í Klaksvík, har Føroya Tele vísti Ísland-Nigeria á stórskíggja.

Hóast stuðulin var góður, so tók íslendska landsliðið ikki av møguleikanum, tí Nigeria vann dystin 2-0. Sostatt sær nú svart út hjá Íslandi at koma víðari í HM-endaspælinum.

Kroatia liggur á fyrsta plássi í bólkinum við seks stigum, og nummar tvey er Nigeria við trimum stigum. Ísland og Argentina hava bæði eitt stig. Í síðsta umfari spæla Ísland og Kroatia, meðan Argentina og Nigeria møtast.

Í Havn bleiv íslendski tjóðsangurin sungin, og síðani var farið yvir á Irish Pub at hyggja eftir dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Bara tann allar harðasta kjarnan stóð eftir í illfýsna veðrinum (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder