Fótbóltur

Í kvøld fær Liverpool Premier League steypið handað

Bíðitíðin er nú heilt skjótt av - fyri Chelsea er talan um ein sera týdningarmiklan dyst.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-22 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld verður Premier League-steypið handað til Liverpool. Tað verður eftir seinasta heimadystin hjá Liverpool í hesum kappingarárinum - á Anfield móti Chelsea. Tað var Chelsea, ið sló seinasta seymin í kistuna hjá Manchester City við 2-1 sigri 25. juni. Tað kvøldið gjørdist tað endaliga greitt, at Liverpool hevði vunnið Premier League á fyrsta sinni.

[object Object]
Chelsea vann 2-1 á City á Stamford Bridge fyri næstan einum mánaði sínum (Mynd: EPA)

[object Object]
Og so var stórur fagnaður í Liverpool (Mynd: EPA)

[object Object]

Mynd: EPA

Tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn heitið fór at koma í hús, tí Liverpool hevur verið langt á odda í Premier League leingi. Avrikini beint áðrenn koronasteðgin, men serliga síðani, hava fyri tað mesta verið ring og spælið tað sama, men nú kunnu Liverpool-fjepparar endliga fegnast um eitt sera væl uppiborið meistaraheitið - tað verða tó eingir áskoðarar á leikvøllinum í kvøld, tá Jordan Henderson lyftir steypið. 

Hetta er eitt stórt kvøld fyri Liverpool, sum hetta kappingarárið hevur tryggjað sær sítt fyrsta enska meistaraheitið í 30 ár og tað 19. í røðini.


Stríðið um topp-fýra

Fyri Chelsea er talan um ein sera týdningarmiklan dyst, tí liðið er í hørðum stríðið um Champions League-pláss við Leicester og Manchester United. Vinnur Chelsea í kvøld hevur liðið hjá Lampard tryggjað sær eitt pláss. Um tað ikki eydnast, og um Manchester United vinnur í London, so er alt opið undan seinasta umfarinum, har Leicester og United hittast, og Chelsea tekur ímóti Wolves. 

[object Object]
Chelsea vann sunnudagin 3-0 á Manchester United í hálvfinaluni í FA Cup (Mynd: EPA)

3. Chelsea 63 stig (36 dystir)
4. Leicester 62 stig (37 dystir)
5. Manchester United 62 stig (36 stig)

Liverpool hevur 93 stig - 15 stig fleiri enn City og ein dyst færri. Dystirnir í kvøld eru tveir teir seinastu í næstseinasta umfari í Premier League.

18.00: Manchester United - West Ham
20.15: Liverpool - Chelsea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder