Fyrsta umfar hjá kvinnunum var í víkuskiftinum, og í kvøld verða tríggir dystir í fyrsta umfari í Faxe Kondi kappingini hjá monnum leiktir. Allir byrja klokkan 20.
Á pappírinum sær dysturin í Kollafirði út til at vera tann mest spennandi. Fýra stig skilja Team Klaksvík og KÍF, og hetta kann gerast ein lykladystur í bólkinum. Í Hoyvik verður helst avgre
Í hinum bólkinum tykjast Neistin og VÍF atvera greiðir favorittar, men StÍF, sum ofta hevur staðið seg heilt væl í steypakappingini, skal í kvøld royna at gera ein vørr í Høllini á Hálsi. Har verður seinasti dysturin í umfarinum spældur í morgin - klassikarin millum Kyndil og VÍF.
Í mesta lagi 100 áskoðarar sleppa inn til hvønn dyst.
Faxe Kondi Kappingin - Menn
Bólkur 1
Mikudagin 20.01 kl. 20.00
H71 2 – H71
KÍF – Team Klaksvík
Bólkur 2
Mikudagur 20.01 kl. 20.00
Neistin – StÍF
Hósdagur 21.01
Kyndil – VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald