Eftir dystirnar verður greitt, hvørji tvey lið verða løgd afturat Liverpool, Bayern München, Real Madrid og Manchester City í Champions League-fjórðingsfinalunum.
Stórur spenningur er undan dystunum, tí Machester United og Atletico Madrid spældu javnt í fyrra dystinum, ið var í Madrid, og tað endaði 2-2 í Lissabon millum Benfica og Ajax.
Heimaliðini hava favorittleiklutin sambært veddingarfyritøkum og viðmerkjarum, men serliga á Old Trafford er lagt upp til ein ógvuliga tættan dyst. Atletico hevur staðið seg nógv betri í Champions League enn United seinastu árini - stórfelagið úr Onglandi hevur verið rárur gestur í fjórðingsfinalunum - og hjá United hongur helst nógv á Cristiano Ronaldo, ið skoraði hattrikk móti Tottenham í vikuskiftinum, sum ofta hevur gjørt av við júst Atletico og sum við sínum málum er høvuðsorsøkin til, at United kom víðari í kappingini.
Champions League áttandapartsfinalur
Mikudagin 15.03
Manchester United - Atletico Madrid (1-1)
Ajax - Benfica (2-2)
Útivallarmál telja ikki við
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald