Fótbóltur

Í morgin verður aftur farið í gongd

Liðini ið skulu spæla evropeiskan fótbólt um ein mánað skulu øll í eldin í miðvikuni.

NSÍ tekur ímóti Skála í kommunuuppgerð (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ tekur ímóti Skála í kommunuuppgerð (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-21 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri níggju døgum síðani fór Betrideildin í ein lítlan steðg, og hetta hevur verið tann longsta síðani kappingin byrjaði 9. mai. 

12 av teimum 27 umførunum eru leikt, og støðan er hendan: 

1. HB (31 stig) 
2. NSÍ (29 stig) 
3. B36 (28 stig) 
4. KÍ (26 stig)
5. Víkingur (20 stig) 
6. ÍF (19 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) 
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig)

Tey fýra ovastu liðini skulu øll spæla í evropeiskari kapping í august. Av hesari orsøk eru dystirnir hjá teimum í 18. umfari fluttir.

Tvey av teimum fýra liðunum hittast innanhýsis, og tað eru grannarnir HB og B36. Tað er stóruppgerðin í umfarinum, og ein sum kann fáa stóran týdning fyri kappingarárið. HB vann 4-2, tá liðini spældu í 5. umfari og hevur hildið oddasessin hóast eina rúgvu av skaðum. B36 hevur sæð gott út seinstu vikurnar, og 12. juni varð KÍ skúgvað til viks á Tórsvølli, tá B36 vann heili 6-2.
[object Object]
Um tveir dagar verður slagið um Havnina (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
KÍ skal reisa seg eftir stóra ósigurin fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Júst KÍ er annar av stórfavorittunum í morgin, og liðið skal vinna fyri at hanga í, í oddastríðnum. Tað er AB ið vitjar, og seinast liðini hittust, vann KÍ 6-0. NSÍ vann sama dag 4-0 á Skála, og tað er sera ósannlíkt, at botnliðið fær gjørt nakað við NSÍ í morgin, hóast Petur Knudsen ikki er tøkur. Liðið hjá Glenn Ståhl kann vera oddalið eftir dystirnar hesar næstu dagarnar.

Betrideildin 18. umfar (dystirnir eru framskundaðir frá 28.08)
Mikudagin 22.07
18.30: NSÍ - Skála
19.00: KÍ - AB

Hósdagin 23.07
19.00: HB - B36
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder