Har fyrsti áttandapartsdagurin - 3-0 sigurin hjá Marokko á Kanada og "ljóti" sigurin hjá Fraklandi á Paraguay - ikki hevði stórt undirhaldsvirði, var tað nakað annað sunnukvøldið og í nátt.
Haaland, Nyland og hinir hjá Noreg sendu Brasil út í HM-myrkrið og sendu alt Noreg í stóran sigursrús. Dysturin í New Jersey er festur í fótbóltssøguna og í norsku fólkasálina, og í Onglandi tora tey betur at syngja "Football's Coming Home" eftir arbeiðissigurin við góðu málunum og í trupulum umstøðum í Meksiko.
Myndir: 100.000 fólk í fótbóltsveitslu í Oslo
Sí eisini: Eftir mótgongd í Meksiko: Ongland skal til Miami at spæla fjórðingsfinalu
Mánakvøldið og týsnáttin kann eisini gerast minnilig. Á pappírinum størsta uppgerðin í áttandapartsfinalunum verður spæld í Arlington, Texas klokkan 20 føroyska tíð.
Portugal og Spania bresta saman í Dallas-útryuðuni, har ein av nábúgvunum á iberisku hálvoynni verður sáldaður frá. Evropameistararnir úr Spania skulu royna at byggja á tryggja sigurin á Eysturríki í 1/16-finalunum, men Portugal verður ein størri biti.
![]()
Lamine Yamal hevur ikki veruliga rakt tindin undir HM-endaspælinum. Unga spanska stjørnan hevur verið skaddur fram til HM - framvegis hongur nógv á Barcelona-vonginum (Mynd: Michael Steele/AFP/Ritzau Scanpix)
Tað eydnaðist Portugal at sláa Kroatia út í Kanada. Dysturin í kvøld kann gerast seinasti HM-dystur hjá Cristiano Ronaldo, sum eigur eitt HM-hattrikk móti júst Spania (fyrsti bólkaspælsdystur í 2018)
Annars er Spania søguliga omaná í tvídystinum við grannarnar. Seinast liðini hittust til týðandi dyst var í Nations League-finaluni í fjør. Tá vann Portutal eftir brotsspørk - tað kann væl gerast neyðugt við onkrum slíkum í Texas.
Tað verður Portugal við landsliðsvenjaranum úr Spania, Roberto Martinez, sum skal royna at koppa evropameistarunum. Tað er ikki júst sama flogið yvir Spania, serliga tí at Nico Williams er skaddur og Lamine Yamal fyri stuttum er komin aftur frá skaða.
Dysturin sæst á DR1/DRTV. Klokkan eit tí nátt bresta Belgia og USA saman í Seattle. Tað kann eisini gerast ein ógvuliga spenanndi dystur - seinastu dagarnar hevur afturtikna leikbannið hjá Folarin Balogun (USA) og politisk íblandan fylt nógv. Meira um hetta seinni
Meksiko - Ongland 2-3 (1-2)
20.00: Portugal - Spania (DR1/DRTV)
01.00: USA - Belgia
17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumbia
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald