Fótbóltur

ÍF fekk ársins fyrsta sigur í hús í Hólmanum

Tað gjørdist talan um trý stig í fyrstu royndini hjá Hans Jørgini Djurhuus og Kára Reynheim á odda fyri ÍF; talan var um uppibornan sigur á EB/Streymi.

Dàvid Langgaard skoraði leiðslumálið fyri ÍF, tá uppflytararnir í kvøld fóru framum AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dàvid Langgaard skoraði leiðslumálið fyri ÍF, tá uppflytararnir í kvøld fóru framum AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-29 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF við nýggjum venjaratoymi var á vitjan á Eiði í kvøld til týdningarmiklan dyst í botnstríðnum. Fimm stig skiltu liðini undan dystunum; fuglfirðingar vóru aftast við einim stigi, og EB/Streymur hevði seks stig á 8. plássi.

EB/Streymur hevði vunnið tveir teir undanfarnu dystirnar í Betrideildini; seinast á Skála. Tað var tó ÍF, ið var meira vandamikið í fyrra hálvleiki. Innan fyrsta korterið var Jan Ó. Ellingsgaard komin í tvær sera góðar støður, men varð órógvaður í skotstøðuni í báðum førum. Løtu seinni hevði hin áleyparin, Jóhan Petersen, ein risamøguleika í samband við deyðbóltsstøðu, men kviki og eyðsýndi ungi maðurin rakti ikki málið.

Í hinum endanum var størsti møguleikin tann hjá Jónstein Magnussen, sum kom eftir umstilling í 25 minutti, men tekniskt sterki kantspælarin úr Tjørnuvík lyfti bóltin uppum. Tað var hinvegin ÍF, sum uppiborið kom á odda fyri steðgin. Eitt langt innkast út vinstru frá Ara Ó. Ellingsgaard varð snittað víðari av beiggjanum, og so var vandamikli miðverjin David Langgaard til reiðar tætt undir málinum og prikaði bóltin í málið. 

Bæði liðini søktu at í byrjanini av 2. hálvleiki. Tað var ikki tað flottasta fótbóltsspælið, men tað var opið, bæði liðini høvdu stóran møguleika fyrstu løtuna. Útiliðið tyktist tó framvegis vera omaná og nakað meira vandamikið, og í 65. minutti sló ein fyrrverandi EB/Streyma-leikari til. Ein langur bóltur kom fram á hálvuna hjá heimaliðnum, Ari og Árni fóru upp í nærdyst, Árni fór um koll, bólturin datt til Ara, ið hegnisliga sendi hann uppum Róa Zachariassen, sum var staddur langt úti. Tað sá út sum, at fríspark kundi verið dømt til EB/Streym í støðuni.

Jákup Martin Joensen sendi nú Arnbjørn Hansen á vøllin, og málrevurin var beinanvegin íblandaður í eina eina fína støðu, men annars fekk EB/Streymur so at siga ikki hótt. ÍF stríddist sera væl allan dystin, og tað sást, at dysturin hevði nógv at siga fyri teir í reyðum. Høgni Madsen avloysti skadda Poul N. Mikkelsen í miðverjuni, og veteranurin gjørdi tað sera gott saman við Dávidi. Góð byrjan hjá Hans Jørgini og Kára í sessinum, nú fyrsti sigurin hjá ÍF í ár kom í hús. EB/Streymur kom niður aftur á jørðina í kvøld; heimaliðið fekk ikki tingini at hanga saman í dag, og nú nærkast júst ÍF.

7.umfar í Betrideildini - 29.04 í Hólmanum á Eiði
EB/Streymur - ÍF 0-2 (0-1)
43’ Dávid Langgaard 0-1
65’ Ari Ó. Ellingsgaard 0-2

EB/Streymur (4-4-2): Rói Zachariassen - Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariassen, Ragnar B. Danielsen (59’ Sven Knút Magnussen)- Magnus Jarnskor, Tóki H. Johannesen (68’ Arnbjørn Hansen), Rógvi Egilstoft Nielsen (L), Jónstein Magnussen (76’ Jens Micheal Jensen) - Niklas T. Kruse, Steffan A. Løkin

Gul kort: Rógvi E. Nielsen, Steffan Løkin, Árni Olsen, Poul Olsen, Niklas Kruse

ÍF (4-4-2)
: Petur Meinhard Magnusssen - Dánjal Pauli Højgaard, Høgni Madsen, Dávid Langgaard, Andy Olsen - Holgar Durhuus, Sámal Joensen (86’ Frank Poulsen), Karl A. Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard - Jóhan Petersen (84’ Gundur Petersen), Jan Ó. Ellingsgaard (90’ Tóri Nolsøe Olsen)

Gult kort: Dávid Langgaard

Í gjár: 
KÍ - TB 7-0 (4-0)
11' Jóannes Bjartalíð (br) 0-1
13' Deni Pavlovic 0-2
18' Simen Sandmæl 0-3
34' Patrik Johannesen (br.) 0-4
54' Jóannes Bjartalíð (br.) 0-5
61' Boris Dosljak 0-6
76' Darius Lewis 0-7

HB - Skála 0-2 (0-1)
44' Ronni Møller-Iversen (br.) 0-1
58' Jákup Johansen 0-2

Í morgin (30/4): 
18.00: AB - Víkingur
19.00: NSÍ - B36

Støðan: 
1. KÍ (17 stig) 
2. Skála (15 stig) 
3. B36 (12 stig) *
4. Víkingur (10 stig) *
5. NSÍ (10 stig) *
6. HB (9 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (6 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder